Kunnu ikki bara koma eftir fiski

- Vit eru als ikki nøgd við, at alifelagið bara kemur suður higar eftir fiski, sum verður virkaður norðanfyri, sigur nýggi borgarstórin í Hovs kommunu.

Hin 1. januar í ár fekk Hovs kommuna nýggjan borgarstjóra. Jónsvein Hovgaard, sum undanfarnu átta árini hevur verið varaborgarstjóri, er nýggjur borgarstjóri. Hetta er fjórða skeiðið hjá honum í bygdarráðnum í Hovi.

 

Hann er skúlalærari og hevur verið í starvi við Tvøroyrar skúla síðan 1981.

 

Tey eru fimm, sum manna bygdarráðið í Hovi, og í kommununi búgva 103 fólk. Kommunulógin sigur, at tá talið av borgarum í kommununi fer niður um 100, skulu bara tríggir limir veljast í bygdarráðið.

 

Soleiðis, sum gongdin hevur verið í fólkatalinum í Hovs kommunu seinnu árini, er spurningurin, hvussu leingi aftrat, at kommunustýrislimirnir vera fimm í tali.

 

Jónsvein Hovgaard sigur, at kommunan hevur ongar nevndir, men bygdarráðslimirnir hava hvør í sínum lagi sítt øki at standa fyri. Onkur hevur tekniska partin, onkur trivnað, og onkur hevur mentan. Men, annars eru øll saman um alt.

 

Skattaprosentið í Hovs kommunu er lutfalsliga lágt, 20 prosent, og kommunan eigur nøkur grundstykki tøk at byggja á, sum kunnu seljast fyri ein ógvuliga sámuligan prís. Kommunan hevur eisini eina góðkenda spillivatnsskipan, sum ikki allar kommunur kunnu reypa sær av at hava.

 

Jónsvein Hovgaard vísir á, at kommunan fær nakrar krónur burtur úr alingini á Hovsfirði, men slíkt virksemi krevur eisini, at kommunan hevur ein bátahyl við portri sum er trygt.

 

- Vit eru als ikki nøgd við, at alifelagið bara kemur suður higar eftir fiski, sum verður virkaður norðanfyri, tí suðuroyingar hava ikki møguleikar at pendla norður eftir til arbeiðis, eins og onnur á fastlandinum hava, sigur hann.