Kunnu ikki bara finnast at

Hetta málið er so álvarsamt, at vit mugu gera okkurt, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.

Meðan vit bíða er heitið á innsavningarátakinum sum Miðlahúsið skipar fyri, saman við Í menniskjum góður tokki, til frama fyri fátøk børn í Føroyum.

 

Barbara Holm og Eirikur Lindenskov greiddu í Rás 2 á miðdegi frá átakinum.

- Heitið á átakinum sipar til meðan vit sita og bíða eftir at politiski myndugleikin skal gera sítt arbeiði. Vit hava varpað ljós á umstøðurnar hjá hesum fólkunum í mong ár, men politiskt tykist eingin áhugi vera at hjálpa hesum fólkunum, sigur Barbara Holm.

 

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum sigur, at onkuntíð er neyðugt at gera meiri, enn bara at varpa ljós á eitt øki.

- Hetta málið er so álvarsamt, at vit kunnu ikki bara sita og hyggja at, men vit mugu gera okkurt, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við tey bæði.