Leygardagin klokkan 16 fer leirvíkingurin, Arne Vatnhamar at greiða frá sínum stóra bragdi, tá hann rakk heimsins hægsta tindi. Hetta verður í Norðurlandahúsinum í Havn.
Verkætlanin hjá Arna kravdi drúgvar fyrireikingar, og sjálvur túrurin gjørdist sera harður, bæði kroppsligt og mentalt. Arne fer at greiða frá um ferð sína, og áhoyrarnir sleppa at hoyra um fyrireikingarnar, útgerð, kulda, og ikki minst, hvørjar tankar Arne gjørdi sær, tá hann stóð yvirfyri síni lívs harðastu avbjóðing.
Í morgun vitjaði Arne Vatnhamar morgunsendingina hjá Rás2 til eitt longri prát.
Tað ber til at hoyra prátið við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI.