Kunnu gleða seg til at skoyta aftur í vetur

Nú er greitt, at ísvøllur verður í Havn aftur í vetur, men tað tað er ikki greitt, hvar hann verður, tí fleiri støð eru at velja ímillum

– Nú kunnu fólk gleða seg til at sleppa at skoyta aftur í vetur.

 

Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri, í gjárkvøldið, og tað segði hon beint eftir, at Tórshavnar Býráð hevði endaliga samtykt at aftur í vetur skal ein ísvøllur setast upp í Havn.

 

Ísvøllur hevur verið í Havn í einar tveir mánaðir rundan um ársskiftið hvønn vetur síðani í 2011. Hann hevur verið ymsastaðni, bæði á Skálatrøð og í garðinum við Finsen, sum Kommunuskúlin nú eitur, og síðani hevur hann verið á Vaglinum.

 

Kommunan eigur ísvøll, men hann er so illa farin, at í vetur er ætlanin at leiga ein vøll fyri einar 600.000 krónur.

 

Nú skal so greiða eisini fáast á, hvat vøllurin skal setast upp í vetur – og annars, er ætlanin at fáa honum eitt fast stað.

 

Býráðið arbeiðir við ymsum møguleikum. Ein møguleiki er at lata hann verða verandi á Vaglinum, men Skálatrøð er ein annar møguleiki. 


 

Hugsað verður eisini um at seta hann við Gundadalshøllina. Spurningurin er um tað er nokk av plássi har, men parkeringsøkið við Ovara Vøll er eisini ein møguleiki 

 

Men, ið hugurin er best til, er at fáa vøllinum fast pláss onkustaðni í miðbýnum, kanska á torginum í Vágsbotni ella á Skálatrøð, tá í Tjóðleikhúsið verður veruleiki. Bæði í Vágsbotni og á Vaglinum er pláss fyri einum vølli á 400 fermetrar.

 

Ein annar møguleiki er at leggja ísvøllin ímillum Tinghúsvøllin og Bókhandilin, har er pláss fyri einum minni vølli upp á 250 - 350 fermetrar.

 

Á Skálatrøð er plássið at kalla óavmarkað stødd, men hugsað verður eisini um at leggja ísvøllin á Frúutrøð, har pláss er fyri einum vølli á 500 fermetrar, og har hann kann standa longri enn hann kann mitt í býnum.

 

Tað sama ger seg galdandi á Glasheyggi, har pláss er fyri einum 400 fermetra stórum vølli.

 

Umsitingin í býráðnum hevur serliga gott eyga til Vágsbotn, og  Byggi- og býarskipanarnevndin ætlar at kanna tann møguleikan nágreiniligari, men um vøllurin verður har í vetur, er ikki greitt.

 

Fyribils hevur tað annars ligið í kortunum, at hann verður lagdur á Vaglinum aftur í vetur, men endalig avgerð er ikki tikin.