Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar í dag frá, at Carletti hevur afturkallað páleggsjokolátu, tí sjokolátan inniheldur mjólkasjokolátu.
Trupulleikin er, at mjólkasjokolátan er ikki frámerkt í vørulýsingini, og tí er vandi fyri, at fólk, ið eru ovurviðkvom fyri mjólk, kunnu gerast sjúk av at eta vøruna.
Vøran eitur Jacobsen økologisk mørk pålægschokolade, og inniheldur altso ikki allergenupplýsingar um mjólk.
– Borgarar ið eru ovurviðkvæmir ella hava intolerancu fyri hesum allergenum eiga ikki at eta hesa vøru, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum ger greitt, at vøran er seld í ymsum føroyskum handlum.
Vøran skal beinast burtur ella latast inn aftur, har hon er keypt, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.