Eyðun Klakstein
Í eina tíð hevur Landsverk vitað av, at tilboðini upp á arbeiðstøkurnar til byggingina av Skúladeplinum við Marknagil fóru at verða munandi hægri enn játtanin í verklagslógini. Og tað vísti seg eisini, at at lægsta tilboðið var hálvt annað hundrað milliónir krónur hægri, enn samlaða játtanin á 391 milliónir krónur er.
Landsverk hevur tí granskað verkætlanina fyri at finna sparingar, so at tað letur seg gera at fremja byggingina uttan ov stóran meirkostnað.
- Vit hava leitað eftir sparingum, sum kunnu gerast, uttan at hesar ganga út yvir byggilist, góðsku og funktionalitet, sigur Heini Trónd Hansen, verkætlanarovasti.
Stórar sparingar
Landsverk heldur seg hava funnið sparingar á millum 80 og 90 milliónir krónur – tað er meira enn helmingurin av meirkostnaðinum upp á 155 milliónir krónur.
- Vit hava einki broytt við støddini á skúlanum ella við arkitekturin, men vit hava eitt nú funnið bíligari alternativ til bygningslutir, sigur Heini Trónd Hansen.
Gongur hetta ikki út yvir góðskuna?
- Góðska er so nógv, og tað finnast til dømis ymisk sløg av loftum og av teppum, og tað ber til at finna bíligari alternativ.
Í sambandi við lisitatiónina eru serprísir fingnir til vega, sum fara at gera byggingina bíligari. Kannað verður í løtuni, hvussu nógv hetta kann ávirka samlaða byggiprísin niðureftir.
Landsverk metir, at tað ber til at koma so langt við sparingum í sambandi við stóru byggiætlanina, at byggingin ikki kemur í vanda, men verður framd sum ætlað.
Tá arbeiðið við at finna sparingar er liðugt, ger Landsverk tilráðing um hesi átøkini til Mentamálaráðið, sum er byggiánari av Skúladeplinum við Marknagil.