Tað ljóðar paradoksalt, men SEV er – sambært leiðsluni – ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at selja sum minst av sínari framleiðslu. Og í einari roynd at gera fólk varug við, hvussu tey kunnu spara streym, hevur SEV lagt eina nýggja tænastu út á heimasíðu sína, har fólk kunnu síggja egna elnýtslu.
- Fyri nøkrum árum síðani tók nevndin í SEV ta avgerð, at skifta allar málararnar út við fjarlisnar málarar, og hesi geva okkum dagliga upplýsingar um nýtsuna hjá kundunum, sigur Finn Jacobsen, tekniskur stjóri hjá SEV.
Á rokningini frá SEV stendur eitt brúkaranummar og eitt loyniorð, og við at skriva hesi inn á heimasíðuni hjá SEV, kunnu fólk síggja, hvussu stór nýtslan er gjøgnum dagin, ella yvir eitt longri tíðarskeið, sum til dømis ein mánað ella eitt heilt ár.
- Er nýtslan til dømis ov stór um náttina, ber til at kanna eftir, hvat tað er ið orsakar hetta. Til ber eisini at síggja, hvussu stór útreiðslan er til streym um dagin, um vikuna, mánaðan ella árið, sigur Finn Jacobsen.
Alt hetta er gjørt í einari roynd at fáa fólk at hugsa um elnýtsluna og at spara, har ið til ber at spara.
SEV skiftir málararnar út eftir eini 10 ára ætlan. Hetta verður eisini gjørt fyri at allir málarar ikki skulu verða javnt gamlir og tí krevja útskifting í senn. Nýggja tænastan, har til ber at síggja egna elnýtslu, virkar bert hjá teimum húsarhaldum, ið hava fingið nýggju málararnar.
Varandi orka
Ein onnur tænasta, sum elfelagið eisini bjóðar fólki frá í dag, er møguleikin at fylgja við í framleiðsluni hjá SEV.
- Talan er um eina lagkøku sum verður dagførd fimta hvønn minutt. Hendan vísir, hvussu stórur partur at framleiðsluni kemur frá vatni, vindi og olju, sigur Finn Jacobsen.
Tað ber eisini til at leita aftur í tíðina fyri at vita, hvussu framleiðslan var ein ávísan dag.
- Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu stórur partur av framleiðsluni stavar frá teimum trimum orkukeldunum. Taka vit ein góðan summardag í juli við vindstilli og turki í nakrar dagar, síggja vit eina framleiðslu, sum stavar hundrað prosent frá olju. Taka vit so dagin í dag síggja vit, at millum 65% og 70% av framleiðsluni stavar frá varandi orkukeldum, eini 65% frá vatni og so nøkur prosent frá vindi, sigur Finn Jacobsen.
Stórar avbjóðingar
SEV hevur sum mál at koma upp á 75% av framleiðsluni frá varandi orkukeldum í 2020, men tað krevur bæði miðvísa útbygging og hugburðsbroyting hjá fólki, so tey venja seg við at spara meiri enn tey gera nú.
- Sum nú er vísa hagtølini, at vit hava ein 2% vøkstur um árið av elnýtslu, og tí skal sera nógv til, at koma frá teimum 40 prosentunum í meðal av varandi orku, upp á 75 prosent, sigur Finn Jacobsen.
Tí ynskir SEV eisini, at fólk vanda sær meiri um nýtsluna, so tann støðugt vaksandi kurvan kann verða brotin.
- Menningin gongur eisini tann vegin, at alt gerst meiri og meiri elektrifiserað. Fólk nýta í størri og størri mun hitapumpur, og tað gongur eftir øllum at døma ikki so ógvuliga long tíð, áðrenn fólk av álvara fara at nýta elbilar. So avbjóðingin hjá SEV er ógvuliga stór, sigur Finn Jacobsen.
Hetta er eisini orsøkin til, at felagið arbeiðir við einari 10 ára ætlan um útbygging av varandi orkukeldum.










