Kunnu fylgja hvalunum

Við góðari hjálp frá fólki á staðnum eydnaðist teimum á Náttúrugripasavninum mikudagin at merkja átta hvalir í Hvannasundi

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum hevur leingi droymt um at fáa eina lítla grind fyri at kunna seta sendarar á nakrar hvalir.
Og mikumorgunin gekk dreymurin út.
Ein lítil grind varð funnin suður úr Viðoynni, og grindaformenninir eystan fyri og sýslumaðurin vóru samdir um at lata hesa grindina til vísindaligt endamál. Fólk í økinum vóru ikki í neyð fyri grind og spik, og haraftrat var grindin so lítil, at partarnir høvdu verið smáir.
Tá ið Bjarni Mikkelsen fekk boðini, var hann bundin av øðrum arbeiði, men so skjótt tað ber til, riggaði hann útgerðina til og skundaði sær norður til Norðdepli, har grindamenninir goymdu spaka bólkin.

Ymiskir sendarar
- Tað gekk ógvuliga væl. Hvalirnir vóru ikki overvaðir og vórðu spakuliga riknir inn móti landi. Teir vóru úti og vendu, og tá ið tveir komu at landi, komu aðrir aftaná, sigur Bjarni Mikkelsen.
Átta hvalir fingu sendara sett á seg. Fýra fingu nýggjar heilt góðar sendarar, tveir fingu sendarar, sum Náttúrugripasavnið hevur fingið úr Íslandi, og tveir fingu nøkur ár gamlar sendarar, ið eru heldur ivasamir.
Gjáramorgunin hevði Bjarni Mikkelsen longu frætt frá fýra hvalum, sum tá vóru staddir nærinids Sandoynni.
Hann sær tað sum ein stóran fong at hava sett sendarar á nakrar hvalir, tí nú fer at bera til at síggja, hvussu hvalirnir ferðast, og hvussu langt teir fara úr Føroyum.
Ætlanin er seinni í summar at royna at fáa eina lítla grind afrat at merkja. Tað er eingin missur fyri eitt økið, um einir 20 hvalir ikki verða dripnir ella kanska 30 í Havn, heldur Bjarni Mikkelsen.
Hann ætlar ein av døgunum at fáa skipanina út á heimasíðuna, so fólk kunnu fylgja við, hvar hvalirnir eru staddir.
Heimasíðan eitur ngs.fo