Kunnu framvegis ikki savnast í mammubólkum

Fólkaheilsustýrið hevur boðað Gigni frá, at tilmælið enn er galdandi um ikki at samlast í mammubólkum. Hetta er fyri at fyribyrgja, at børnini fáa kikhosta. Nýggj fráboðan kemur fyrst í februar

Boðini ljóða soleiðis:

 

Fólkaheilsustýrið vil við hesum vísa á, at tilmælið frá Landslæknanum frá 29. nov. 2023 stendur við. Fólkaheilsustýrið, sum síðani 1. jan. 2024 er avvarðandi myndugleiki á økinum, heitir tí á GIGNI og Bláa Kross  um framvegis at avlýsa mammubólkar orsakað av smittutølum fyri kikhosta.

 

Eisini verður heitt á foreldur um at verja børn undir tvey ár við ikki at fara í stórar samkomur við børnunum. Ansast skal serliga eftir børnum, sum ikki eru liðugt koppsett.

 

Smittutølini fyri kikhosta eru tó lækkandi.  Nýggj fráboðan kemur fyrst í februar.