Kunnu forða at Føroyar ikki minka meira

Vinnunevndin, sum júst er afturkomin av ferð í Skotlandi, fekk sera nógv burtur úr. Formaðurin í nevndini fer nú til verka við m.a. tí í huga, at alt skal gerast fyri, at Føroyar ikki minka meira, og at ansast skal væl eftir, at ein oljuvinna ikki kollrennir samfelagið

Vinnunevnd á ferð

-Boringin við markið í løtuni er sera avgerandi fyri oljutilgongdina við Føroyar. Gevur hon ikki nakað positivt úrslit, so er tað eitt afturstig fyri okkara virksemi. Oljufeløgini eru sera víða um í heiminum, har tey leita eftir tí bíligasta og besta sigur formaðurin í Vinnunevndini, Henrik Old júst heimafturkomin av kunnuningarferð í Skotlandi. Undir vitjanini fingu tey innlit í m.a. hesa boringina, sum Amerda Hess stendur á odda fyri, men tey vitjaðu eisini hjá oljufelagnum Agip, sum skal bora næsta summar. Sjálvur heldur formaðurin í Vinnunevndini tað vera rætt av føroyingum at hyggja at, hvussu skotar hava ment hesa vinnu og eiga vit at læra av teirra mistøkum. Eisini eiga vit at læra av, hvussu teir hava fingið eyguni upp fyri at brúka pening og orku til at menna útjaðaraøkini í Skotlandi, sum í mongum førum eru meinlík útjaðaranum í Føroyum, har størsta armóðstekinið er ungdómurin, sum flytur burtur.

Henrik Old dylur ikki fyri, at nýggja Vinnunevndin hevur fingið ómetaliga nógv burtur hesi fyrstu ferðini í útlandinum. Hann heldur tað vera løgið, at vit ikki hava havt meira samstarv og samskifti við okkara næsta granna, sum vit jú hava so nógv felags við. Ikki minst rósar hann vanliga fólkinum har, sum er ótrúliga ærligt og vinarligt.

Við sær heimaftur hevur formaðurin í Vinnunevndini nógvan góðan førning, sum hann ætlar at brúka í sínum týdningarmikla arbeiði í Vinnunevndini. ?Tað týdningarmesta eg fekk burtur úr var at kunna staðfesta, at man kann gera nakað fyri, at Føroyar ikki minka meira. Sjálvt um tað eru mong, sum halda, at man skal bara lata standa til og lata útviklingin koyra av sær sjálvum, so eri eg sannførdur um eftir henda túrin, at tað ber til at gera nakað fyri, at Føroyar ikki skulu minka meira enn tær hava gjørt. Og í sambandi við olju havi eg lært, at man skal fara heilt ómetaliga varisliga fram, so vit ikki kollrenna eitt lítið samfelag. Á ferðini fingu tey mong dømi um, at man krevur at ansa væl eftir. Lesið eisini samrøðu við formannin í Vinnunevndini í Sosialinum í næstu viku.