Kunnu Føroyar standa uttan fyri ES í 21. øld?

Nú skal føroyskur makrelur virkast í Týsklandi, so hann sleppur tollfrítt á ES-marknaðin. Hví eru vit ikki innan fyri tollmúrin? Týskur serfrøðingur hevur skrivað doktararitgerð um Føroyar og ES. Hann leggur fram í Østrøm týskvøldið kl. 19:30

Nú skal føroyskur makrelur virkast í Týsklandi, so hann sleppur tollfrítt á ES-marknaðin. Hví eru vit ikki innan fyri tollmúrin? Týskur serfrøðingur hevur skrivað doktararitgerð um Føroyar og ES. Hann leggur fram í Østrøm týskvøldið kl. 19:30.

 

– Samtakið Christian í Grótinum hevur hevur keypt eitt virki í Týsklandi, har føroyskur makrelur skal leggjast í dós. Ein orsøk er, at verður hetta gjørt í Føroyum, verður stórur tollur lagdur á vøruna, áðrenn hon sleppur á ES-marknaðin.

 

Tað skrivar Javnaðarflokkurin á Christiansborg í tíðindaskrivi – og heldur fram:

 

»Tað hevur aftur birt upp undir kjakið um støðu Føroya til ES.

 

Vinnuhúsið hevur í hesum sambandi sagt, at tey vilja hava tollmúrararnar heilt burtur. Sjálvandi - vit eru einasta land, sum skal rinda toll fyri at selja til okkara egna heimspart.

 

Hetta er prísurin fyri at standa uttanfyri ES. Møguleikarnir hjá vinnuni eru skerdir, og vit mugu stundum taka til takkar við leiklutinum sum útflytari av rávøru.

 

Tað eru meira enn 40 ár síðani, at vit søgdu siga nei EF-limaskap. 

Men síðani er nógv broytt.

 

Kalda kríggið er endað. ES-limalondini eru ikki longur 6, men 28. Trý norðurlond eru fullir limir og tvey eru partur av ES-marknaðinum. Og – ikki minst! – fiskivinnupolitikkurin hjá ES er ikki tann sami, sum hann var!

 

Men Føroyar standa framvegis uttanfyri. Meira og meira einsamallar; meira og meira avbyrgdar. 

Hví eru vit ikki við? Og hvør er prísurin fyri at standa uttanfyri? 

Hvørjir høvdu møguleikarnir verið um vit – sum restin av Europa – vóru í ES?

 

Hvussu hevði limaskapur ávirkað føroyska fiskivinnu? 

Er tað yvirhøvur ein gongd leið fyri Føroyar at standa uttanfyri ES í 21. øld? 

Framløga týskvøldið

Hesar spurningar fer týski serfrøðingurin Christian Rebhan at viðgera í fyrilestri á Østrøm í Havn týskvøldið 17. februar klokkan 19:30. 

Christian Rebhan er samfelagsfrøðingur. Hann vardi í heyst eina doktararitgerð um støðu  Føroya og Grønlands til ES við Háskóla Íslands og Humboldt Universiteti í Berlin. Hetta er størsta verk um Føroyar og ES, sum er skrivað.

Fyrilesturin verður í Østrøm á Skálatrøð í Havn týsdagin 17. februar kl. 19:30. Hann verður á enskum.Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. 


Tað er Javnaðarflokkurin á Fólkatingi, ið hevur boðið Rebhan til Føroya.«