Triðja oyggjauppgerðin í Suðuroy í ár verður á Vágseiði í kvøld. FC Suðuroy fær vitjan av TB, og tað kann væl vera, at tað longu í kvøld – seks umfør og ein stóran mánað undan kappingarenda – verður endaliga staðfest, at FC Suðuroy ikki verður partur av bestu deildini næsta ár.
Tað eru seytjan stig fram til B68 á triðja aftasta plássinum, og eftir dagsins umfar verða tað átjan stig eftir at spæla um. Málmunurin hjá FC Suðuroy er væl verri, enn hann er tað hjá B68 og TB.
Tvær oyggjauppgerðir í Suðuroy hava verið fyrr í ár. Í 7. Umfari endaði tað 1-1 á Vágseiði, og í 12. Umfari vann TB 3-0 á heimavølli.
Um tað skal eydnast suðuroyingum at varðveita lið í bestu deildini, so kann tað fara at vísa seg at vera rættuliga avgerandi, at TB vinnur fulla úrtøku í kvøld.
Hjá TB er miðvallarin Rógvi Joensen framvegis so mikið skaðaplágaður, at hann ikki verður við í kvøld.
FC Suðuroy-TB: Ransin N. Djurhuus mikudagin klokkan 19.00.