Kunnu flyta fram til grækarismessu

Starvsnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta afturlatingardagin fyri flytingargluggan. Orsaka av at starvsnevndin arbeiddi við broytingum í reglugerðini fyri áhugaleikarar var ætlaða upplatingin av flytingarglugganum í november útsett til 30. januar.Ætlandi skuldi fytingargluggin lata aftur komandi hóskvøld, 19. februar 2009, men á fundi í starvsnevnd FSF's hósdagin varð avgjørt at útseta afturlatingina av flytingarglugganum, so at møguleiki verður hjá leikarum at skifta felag fram til og við Grækarismessu, hósdagin 12. mars 2009 á midnátt.