Kunnu fara heim við uppreistari pannu

(Rás2) Jónas Djurhuus skoraði fýra mál ímóti Svøríki, men hann er sera vónbrotin um tann seinasta dystin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jónas G. Djurhuus, sum skoraði fýra mál í HM-dystinum um 15. plássið ímóti Svøríki. Svøríki vann 33-21 (19-11).

 

Jónas Djurhuus er sera vónbrotin um tann seinasta dystin, og hann ásannar, at tað føroyska liðið kom ongantíð veruliga í gongd ímóti Svøríki.

 

Samlað er hann tó nøgdur við upplivingina, og hann heldur fyri, at hann og liðfelagarnir kunnu fara heim við uppreistari pannu nú HM-endaspælið er av hjá føroyska liðnum.