Kunnu fáa Oyggjaleikirnar aftur

Kristina Háfoss heldur tað vera eina sjálvfylgju, at vit aftur skipa fyri Oyggjaleikunum í Føroyum.

Hví var umsóknin um, at Oyggjaleikirnir skuldu verða í Føroyum í 2019, tikin aftur, og hvat hevur landsstýrið gjørt fyri at sleppa undan, at umsóknin var tikin aftur?

 

Tað eru tveir av tilsamans tíggju spurningum, sum eru partur av einum grein 52a-fyrispurningi, sum tjóðveldistingkvinnan, Kristina Háfoss, nú setir Kaj Leo Johannesen, løgmanni.

 

Spurningurin er millum annað grundaður á, at politiskt hevur ikki verið nóg mikið gjørt, fyri at leikirnir kunnu koma aftur til Føroya, hóast tað hevði havt stóran týdning fyri bæði Føroyar og føroyingar at fingið leikirnar aftur hendavegin:

Kristina Háfoss greiddi á Rás 2 nærri frá sínum fyrispurningi.