Kunnu fáa virðisløn fyri at skara fram úr

Føroyskir sniðgevarar eru í uppskoti til virðisløn fyri at skara fram úr

Føroysku sniðgevararnir, Guðrun & Guðrun, eru í uppskoti til at fáa heiðurin sum ársins CSR mótavirkið.

Tað er mótavirkið, Elle, sum stendur fyri hesum, og tilnevndingin er ein partur av ELLE Style Awards, har danski mótahheimurin heiðrar tey, sum hava skara framúr seinasta árið.

CSR stendur fyri Corporate Social Responsibility. Orsøkin til tilnevningina er, at síðan Guðrun & Guðrun byrjaðu í 2002, hava tey arbeitt burðardygt bæði við at gagnnýta føroyska ull og skinn og aðrar náttúrligar rávørur.

Og hetta var langt áðrenn hugtakið burðardygt kom fram av álvara.

Eisini verður dentur lagdur á, at tíðarleysu sniðini halda leingi, og sostatt eru pløggini frá Guðrun og Guðrum eitt mótrák til mótan annars, sum skifti alla tíðina, og har nógv klæði sostatt verða burturbeint, uttan at vera brúkt nakað serligt.

Tað eru bindikonur í Føroyumm sum standa fyri einum stórum parti av framleiðsluni. Men konur sita eisini víða hvar í heiminum og binda.

Men tær leggja dent á, at talan er ikki um neyðhjálp. Tvørtur ímóti er talan um tað, tey kalla eitt virðiligt samstarv, har kvinnur arbeiði fyri løn.

Tey siga, at hetta er fingið ílag, tí tey hava álit á, at ein sjálvstøðug inntøka er grundarlagið fyri javnstøðu fyri kvinnur.

Vinnarin verður kosin 10. mai.