22. umfar í Effodeildini var leikt í gjár, og úrslitini høvdu við sær, at spenningurin um FM-heitið er í hæddini. Oddaliðið KÍ snávaði í Runavík og tá ið so næstu kappingarneytarnir úr Víkingi samstundis vunnnu á HB í Gundadali, er bara eitt stig á muni millum tey bæði fremstu liðini. Og komandi vikuskifti hittast júst Víkingur og KÍ í sonnum gullbraki í Sarpugerði.
Tróndur Arge, ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum, greiddi á Rás 2 frá, hvussu støðan er í løtuni og hvat vit kunnu vænta í innspurtinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.