Kunnu fáa ovurviðkvæmi av fartelefonini

Ein fjórðinguir av teimum mest seldu fartelefonunum í Danmark hava ov nógv nikkel í sær, og tað kann elva til ovurviðkvæmi hjá brúkarunum Danska Umhvørvisstýrið hevur kannað 20 tey mes seldu fartelefonsløgini, og kanningin vísti, at fjórða hvør telefon hevur ov nógv nikkel í sær. Í tí eina førinum var nikkelinnihaldið 40 ferðir størri enn hámarkið hjá ES.

Tað eru strangar reglur um, hvussu nógv nikkel kann vera í amboðum og tólum, sum fólk brúka dagliga, tí nikkel kann elva til ovurviðkvæmi og ringt eksem. Kortini er ov nógv nikkel í einum fjórðingi av teimum mest seldu fartelefonunum.

Elisabeth Paludan hjá Umhvørvisstýrinum sigur við danska kringvarpið DR, at tað nógva nikkelinnihaldið í fartelefonunum kann geva brúkarunum trupulleikar við ovurviðkvæmi.

Troels Lund Poulsen, umhvørvismálaráðharri, sigur í morgun, at hann fer at skipa so fyri, at tær vandafullu fartelefonirnar hvørva av teimum donsku handilshyllunum longu í hesum árinum.