Gongst sum ætlað, fær Strandferðslan nýtt skip longu næsta summar. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur ný lagt uppskot fyri Løgtingið um at byggja nýtt skip til Strandferðsluna.
Endamálið er at útvega Strandferðsluni eitt eyka skip at brúka á ymsum rutum, har tørvur er á tí. Nýggja skipið kostar 34 milliónir, men tað eru brúk fyri 16 milliónum í ár, og uppskot er eisini lagt fyri Løgtingið um at veita eykajáttan til endamálið.
Les meir um nýggja skipið her: Nú verða vit lyft upp í nútíðina
Avtalað er gjørd við eina norska skipasmiðju um at byggja bátin. Men Henrik Old sigur, at skipasmiðjan hevur úr at gera og tí hevur tað skund at avgreiða málið. Og verður ikki tikið av nú, fer Strandferðslan aftur um í arbeiðsskránni hjá skipasmiðjuni, og so verður skipið seinkað í minst tvey ár. Verður hinvegin farið undir skipið nú, kann tað verða liðugt um 10 mánaðir.
– Tað hevur eydnast at finna fram til júst eitt skip, ið lýkur serkrøvini hjá Strandferðsluni, sigur Landsstýrismaðurin. Talan er um eina 27 metra langa, skjóttgangan tríkilju úr herðaðum glastrevjum, ið gongur 28 míl, men við ferðafólki kann tað sigla 20 míl. Báturin brúkar olju, men hevur eisini battarí, og kann sostatt sigla, púra ljóðleysur, í tveir tímar upp á battarí.
Báturin tekur 120 ferðafólk um summarið og 97 ferðafólk um veturin, tí at øll skulu sita inni. Báturin tekur tríggjar persónbilar, ella ein stóran bil, umframt farm og olju. Eisini kann báturin taka ein oljubil upp á 25 tons. Fyri ferðavinnuna er báturin eisini eitt frambrot, tí hann kann taka tveir bussar av slagnum, sum verður brúkt í Kalsoynni.
Í sambandi við boriarbeiðið í Sandoyartunlinum kann báturin avloysa Ternuna, so hon kann sigla saman við Teistanum á Sandoyarleiðini. Ella eykabáturin kann avloysa Sam, eru boð eftir honum at flyta tunga boriútgerð, og annað, ið skal flytast í sambandi við Sandoyartunnilin.
Báturin kann eisini sigla túrar á Nólsoyarleiðini og á Hestleiðini og skipið kann eisini sigla til Svínoyar og Fugloyar.
– Niðurstøðan var, at báturin kann røkja allar farleiðir í Føroyum uttan Suðuroyarleiðina, men í eini neyðstøðu ber til at sigla ímillum Suðuroynna og Sandoynna við 100 ferðafólkum upp á 20 minuttir, ella vestur í Vágar upp á ein tíma.
Niðan fyri eru nakrar myndir av nýggja skipinum, eisini, hvussu tað sær út við havnirnar í Skúgvoy, Svínoy og í Fugloy. Somuleiðis er ein tekning, ið vísir, hvussu tað er innrættað.