Kunnu fáa meira burturúr fiskinum

Fiskur hevur nógvar aðrar møguleikar enn flak, sum er tað mest vanliga at framleiða av fiski. Restin av fiskinum kann vera meira verd enn flakið, og tí kann tað vera stórur vinningur í at virka restina av fiskinum, sum vanliga verður tveitt burtur

 

Hetta hava norðmenn prógvað. Har hava fyritøkur sum Maritex lagt seg eftir at viðgera tann partin av fiskinum, ið vanliga verður tveittur burtur. Hetta hevur við sær eina stóra virðisøking av rávøruni, og væntandi fer henda vinnan veruliga at taka dik á seg komandi árini.

Norrøna Atlantssamstarvið (NORA) skipar í hesum døgum fyri eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, ið hevur heitið ?Økonimisk vækst og nye vækstmuligheder i Nordisk Atlantregion?. Løgmaður setti stevnuna mikumorgunin.

Í hesum sambandi eru fólk úr hinum Norðurlondunum komin til landið at hava fyrilestrar um teirra royndir og úrslit. Fyrst á skránni mikudagin var nýskapandi viðgerð av ráevnum úr havinum, og hvussu meira kann fáast burturúr fiski sum heild.


Stórir møguleikar

Eingin ivi er um, at stórir møguleikar eru í hesi vinnuni. Í Noregi eru fleiri fyritøkur, ið útvinna vørur úr tí partinum av fiskinum, ið ikki verður nýttur til flak ella aðra væl kenda framleiðslu.

Bara umleið 35% av einum fiski verður nýtt til flakið. Hin parturin fer til hjáframleiðslu. Nógvir møguleikar eru at vinna ymiskar vørur úr hesum partinum.

Fóður, fiskamjøl, heilsukostur av ymsum slag, kosmetik, proteinir og lýsi eru nakrar av teimum vørunum, ið kunnu útvinnast.

Geir Wilhelm Wold er stjóri í norsku fyritøkuni Maritex, og hann greiddi eitt sindur frá teirra virksemi. Verksmiðjan hjá teimum byrjaði við at virka toskalivrar. Síðani er framleiðslan økt, so at hon nú eisini umfatar fiskahøvd, magan, rogn, ryggjastykki, livrar og annað. Framleiðslan er tí sera fjølbroytt í dag.

Fyritøkan er væl fyri í dag og hevur ein partapening á einar 80 milliónir norskar krónur. Hon hevur lagt seg eftir at virka tann partin av fiskinum, ið vanliga ikki verður nýttur. Hetta hevur eydnast avbera væl.

Geir Wilhelm Wold sigur, at tey hava roynt at fáa fulla úrtøku úr rávøruni, ið verður førd til lands.

Hetta verður ikki gjørt í Føroyum. Men Sigrun Bekkevold úr Noregi væntar, at henda menningin fer at breiða seg til øll Norðurlond og kanska um allan heim. Føroyingar eiga tí at fara at hugsa um hesar møguleikarnar.

Tey bæði Sigrun og Geir eru á einum máli um, at tað krevur nógv at fara í gongd við slíka vinnu. Almennnu myndugleikarnir mugu vera við í menningini, og tað krevur stóra vitan um hesa vinnuna. Eisini er umráðandi at hava altjóða marknaðin fyri eygað og ikki bara at hugsa um nærmastu grannarnar.


Stór virðisøking

Sigrun Bekkevold starvast hjá RUBIN í Noregi, og endamálið hjá hesum stovni er at skapa virðisøking av rávøruni í havinum. Hon sigur, at virðisøkingin hevur verið umleið ein milliard um árið.

Hon væntar harafturat, at áðrenn tíggju ár eru liðin, verður henda hjáframleiðslan meira verd enn høvuðsframleiðslan av rávøruni fiski.