Kunnu fáa heilaskaða av at skalla

Fótbóltsspælarar, sum skalla bóltin ofta, eru í vanda fyri at fáa heilaskaða.

 

Tað vísir nýggj gransking í USA, skrivar videnskab.dk.

 

Amerikanskir granskarar hava skannað heilan á 12 fótbóltsspælarum og har hava teir varnast, at teir høvdu ein ferðil av heilaskaða.

 

Í granskingini eru heilarnar á fótbóltsspælarum samanbornir við heilan á svimjarum.

 

Teir skaðar, sum sóust í heilanum á fótbóltsspælarum, sóust ikki í heilanum á svimjarunum.

 

Granskingin vísir, at fótbóltsspælarar, sum javnan skalla bóltin, eru í vanda fyri at fáa heilaskaða, hóast teir ikki skalla so hart, at teir fáa heilaskjálvta av stoytinum, akkurát sum nevaleikarar eru í vanda fyri at fáa heilaskaða.

 

Tað kann eisini elva til høvuðpínu og ólag á svøvninum.

 

Kanska var tað hetta, Diego Maradona sum mól í høvdinum á Diego Maradona, tá ið hond Guds setti bóltin í málið fyri hann, tá ið hann skoraði eitt av kendastu málum í fótbóltssøguni í fjórðingsfinalini ímóti Onglandi í HM í Mexiko í 1986.

 

Videnskab skrivar, at niðurstøðan kemur ikki óvart á danska heilagranskaran, Thomas Zoëga Ramsoy, tí onnur gransking er komin til somu niðurstøðu.

 

Granskarar siga kortini, at úrslitið skal takast við ávísum fyrivarni, tí lívsstílur og annað kann eisini elva til slíkar skaðar, men ein orsøk kann eisini vera, at høvdið verður brúkt so nógv í fótbólti.

 

Men granskarar halda, at hetta eigur at elva til, at hetta økið verður granskað meiri nágreiniliga.

 

Men granskingin hevur í øllum førum verið orsøkin til, at í summum amerikansum statum, er børn og blaðungir fótbóltsspælarar ikki loyvi at skalla.