Super-optimist varð Kristian Olsen róptur í blaðnum í gjár, tá hann hevði luftað tankanum um, at Føroyar kundu vinna 11 gullmerki í svimjing á oyggjaleikum.
Á triðja og næst seinasta kappingardegnum á oyggjaleikum varð málið longu rokkið. Men fyri tað tykist landsliðsvenjarin ikki at vera mist fótafestið í ovfarakæti.
- Tí tað hevur ikki verið heilt optimalt. Vit hava havt marginalarnar ímóti okkum í dag.
- Og so er eisini ein kiksari komin í fyrireikingarnar hjá okkum, hóast vit hava roynt at gjørt okkara allarbesta. Tí á hotellinum, har vit búgva, er øgiliga nógv vatn. Har eru ein rúgva av svimjihyljum, og tað ger, at moyggjabitar stórtrívast á staðnum. Eitt nú hevur Kristian Olsen fingið nógv bit, og tað kostar. Allur kroppurin er í einum konstantum kampi móti øllum hesum sárunum, og tí er Kristian í løtuni ikki meira enn 80-90% av sær sjálvum í løtuni. Tað hevur kostað, og tí sært tú eisini, at hann er glaður um eina bronsu á 100 metrum. Hann hevði kunnað fingið gull, hevði hann havt optimalar møguleikar. Og tíverri hava vit – eins og fleiri av hinum ítróttafólkunum – hendan trupulleikan at dragast við.
- Men sjálvandi hava onnur ting gingið heilt væl. Tað er kanska frekt at vera ónøgdur, og tað eri eg heldur ikki. Men heilt optimalt hevur tað ikki verið.
Øll trýsta hvønnannan
Tað at elitan í svimjingini er vorðin somikið breið. Tað er væl tað, sum ger, at vit brádliga síggja tey úrslitini, sum vit hava verið vitni til seinastu dagarnar?
- Vit hava bæði hjá gentum og dreingjum fingið fleiri, sum kappast frammi í oddinum. Tey skiftast um at vinna á hvørjum øðrum, og tað er fínar greiðir fyri svimjingina. Eg gleði meg bara til, hvat tað næsta verður. Eg gleði meg til næsta ár og at síggja, hvat hesi kunnu blíva til.
Hósdagurin er enn eftir at svimja, og vit spurdu eisini Jón, hvørt hann metti, at Føroyar eisini hava møguleika fyri enn fleiri svimjigullum.
- Pál skal í hylin í 400 frí. Og hann setti teir allar upp á pláss í 200 frí, sum er veikasti teinurin hjá honum. 400 og 800 metrar eru hansara stóra styrki, so hann skal nokk smyrja teir av, um ikki eitt klaver dettur niður á nakkan á honum í nátt.










