Amerikanarar eru óvitandi, mentanarleysir og feitir, siga vit mangan í Europa. Ein klassisk anti-amerikanisma. Myndin av USA er sum ein spegil, ið vit brúka fyri at rósa okkum sjálvum. Eftir kríggið í Irak og í Afghanistan er tað næstan ein konsensus um, at ein skal hata USA.
Anti-amerikanisman og vanligar atfinningar móti USA hevur nógvar røtur og orsøkir; nakrar eru skilagóðar, aðrar fordómar og mannahatur.
Farna dagin var enn ein óhugnalig sending um yvirdrivin feilt fólk í USA, hesaferð í Teksas. Tað er sjálvandi eitt vandamál, at fólk í ymiskum økjum í USA og ávisir bólkar eta seg til deyðis og bert koyra bil. Hetta rakar serliga arbeiðarastætttina, tey svørtu og ungdómin. Feittið er illa fordeilt, tí tað eru tey sum eru ringast fyri fíggjarliga og mentunarliga, ið eru feitast. Tað eru ikki Bush og Kerry og hansara ríku viðhaldsfólk, ið eru spikafeit. Tað eru ikki tey kendu og ríku, ið eru feit. Hesi somu sjónvarpsfólkini kundu eisini verið farin til Flordia, har tey flestu klønu fólkini í USA búgva. Í Florida íðka fólk nógvan ítrott, ganga til vøddastyrking og sóla sær. Annahvønn dag er ein vakurleikakapping, ein ?miss? ella ?mister? okkurt í Florida. Í Florida hava tey sett útsjóndina í hæddina og hava lagt støði sera høgt. Tað er púra vanligt at genturnar, ið ofta koma frá Kuba og eru spansktalandi, fáa eina bróstoperatión ella rætta nøsina.
Feitir bollar
Sjálvandi eru nógvir amerikanarar feitir og koyra við teirra stóru bilum út at eta eina ovurhondsstóra máltíð - men hendan myndin er eisini eitt sindur einsíðug og ein vit dáma í Evropa. Tað við hava sæð við hesum valstríðnum er at vit í Evropa skriva einsíðugt um USA. Tað er so deiliga lætt at siga sær sjálvum, at amerikanarnir eru nakrir feitir trúðarligir fanatikarar, ið hótta heimsfriðin við Bíbliuni og vápnum í hond. Man kann siga nógv um amerikanarar, men teir fara ikki til t.d. Evropa og senda óndar karikaturar av dønum, týskarum og fransmonnum í sjónvarpssendingum. Tað hevði verið lætt at sett niður á Eysturevropa, Turkaland sum vit vilja hava við í ES. Ella Danmark fyri teirra intoleransu yvir fyri innflytarum.
Bergtekur, ørkymlar og øsir
Samanumtikið er USA eitt land við óendaligum kontrastum, og mangan er landið sjálvsmótsigandi. Í Europa og restini av heiminum halda tey mangan, at USA er ein stórur kapitalistiskur búffiloksi, ið bert ger vanlukkur fyri at tryggja sær egnan vinning. Soleiðis er USA eisini, men er so nógv meiri. Sum Kim Bildsøe Lassen, danskur journalistur í Washington, helt fyri, so:
?_er hetta landið eisini optimistiskt, lívligt, og fólkini hava mangan eina støðu til heimin, fylt við kærleika. Hetta er ein tjóð, ið veruliga vil gera heimin til eitt betri stað at liva. Ein tjóð, ið hevur vítt millum veggja, ið vit onnur kunnu læra nógv av.?
Hetta er niðurstøðan hjá honum í bókini: ?Frihed og retfærdighed for alle - På sporet af et forandret USA?, ið byggir á samrøður við 27 kendar amerikanarar eftir 11. septembur 2001, sum t.d. Robert D. Kaplan og Noam Chomsky.
At demonisera USA er so ótrúliga lætt - og primitivt. Hetta slagið av hugsan hevur helst fleiri øldir á baki, men serliga eftir annan heimsbardaga kom hetta meiri fram, har øll mótsjónarmið vórðu roknað sum primitiv, borgarlig, rasistisk, hjálandaveldishugan, mccartyistisk og tann reina Ísrael-USA-Lyonsklub bergtøka av USA. Men er hetta ikki líka so einsporað? Fyrst at demonisera eitt land við at ?tala tað til rættis? sum eitt ónt ríki, og øll tey, sum eru í parti við tí.
Persónliga eri eg eingin ókritiskur USA-elskari, mangt dámar mær ikki við teirra mentan og politikki. Veit ikki hvat tað er, ið gevir mær hug at keypa ein ferðaseðil beinanvegin hagar. Sum Wallence Stevens helt fyri er veruleikin ikki tann, hann er, men er samansettur av teim mongu veruleikunum, ið vit kunnu gera hann til. Tankin er lív - og lættast er at skilja USA kensluliga heldur enn intellektuelt. Amerikanarar eru annað enn óvitandi, mentanarleysir og feitir, tað eru skjótt vit í Evropa, ið er tey óndu, ið liva við fordomum. Vit skulu ikki gloym at myndin av USA er sum ein spegil, ið vit brúka fyri at rósa okkum sjálvum. Eftir kríggið í Irak og í Afghanistan er tað næstan ein konsensus um, at ein skal hata USA.
Keldur:
Kim Bildsøe Lassen: Frihed og retfærdighed for alle - På sporet af et forandret USA, 2002.