Kunnu eisini nokta danskarum at keypa hús og jørð í Føroyum

Tað hevur verið eitt av stóru ivamálum í Løgtinginum og í landsstýrinum

Kvívík er ein bygd, har tað er sagt, at útlendingar hava havt áhugað í at keypa hús

Løgtingið viðger í hesum døgum eitt uppskot frá landsstýrinum um at nokta útlendingum at keypa hús, ella aðra fasta ogn, í Føroyum.

 

Í hesum sambandi hevur eitt stórt ivamál verið um støðuna hjá danskarum og grønlendingum. Vanliga fatanin hevur verið, at tað er ólógligt at gera mun á teimum ymsu pørtunum í danska ríkinum. Tað merkir, at hóast vit banna útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum, kann hetta ikki vera galdandi fyri danskarar og grønlendingar.

 

Av tí sama stendur tað eisini í uppskotinum, at tey, sum hava loyvi at keypa fasta ogn í Føroyum, eru tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum áður hava búð í Føroyum, ella í einum øðrum parti av ríkinum, í tilsamans fimm ár.

 

Men nú ger Bárður Larsen, løgfrøðingur, vart við, at hetta er ikki rætt. Í skrivi, hann hevur sent Løgtinginum, vísir hann á, at longu fyri næstan 40 árum síðani kom forsætismálaráðið í Danmark til ta niðurstøðu, at í slíkum førum ber væl til at gera mun á føroyingum teimum, sum búgva í Danmark og Grønlandi.

 

Endamálið við reglunum er, at tað skl ikki bera til at gera mun á Føroyingum, grønlendingum og danskarum solleiðis yvir ein kamb. Men hann vísir til eitt mál í Eystara Landsrætti frá 1983. Har verður tað víst til, at Forsætismálaráðið tulkar reglurnar soleiðis, at tað er ikki nóg mikið at vera danskur ríkisborgari, tí í í samaband við at útinna ymiskt virksemi í Føroyum, kann heimastýrið í Føroyum eisini seta sum treyt, at fólk skulu búgva í Føroyum.

 

Grundtankin í hesum er, at tað stendur øllum donskum ríkisborgarum frítt at búseta seg í Føroyum og Forsætismálaráðið sigur, at í summum førum er tað heimastýrið, sum avgerð, hvat hugtakið, »heimahoyrandi«, skal fevna um.

 

Kvívík er ein bygd, har tað er sagt, at útlendingar hava havt áhugað í at keypa hús