Kunnu byrja Norðoyatunnilin í mai

Teknisku fyrireikingarnar til Norðoyatunnilin eru nú komnar so langt, at farast kann undir boringina heilt skjótt, sigur Bjarni Djurholm við Sosialin. Gongst sum ætlað, verður koyrandi á sumri 2005

Í samrøðu við Sosialin, sigur Bjarni Djurholm, landstýrismaður við samferðslumálum, at  alt bendir, á at teknisku fyrireikingarnar nú eru komnar so langt, at farast kann undir arbeiðið við undirsjóartunnlinum undir Leirvíksfirði longu í mai  mánaði.
            - Skal arbeiðið bjóðast út, soleiðis sum meginreglan hjá politiska myndugleikanum er, fer tað at taka sína tið, helst einar 4-5 mánaðir aftrat, sigur landstýrismaðurin.
            Men partafelagið er sjálvstøðugt og kann tí gera, sum tað vil og gera avtalu við ávísan byggiharra, og so kann arbeiðið byrjast longu í mai.
            - Eitt er púra vist; hetta arbeiði steðgar ikki, men gongur sína gongd, og kann byrjast kann í seinasta lagi í heyst, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við Sosialin.
            Teir, sum gera fyrireikingarnar siga, at tað fer at taka tvey til hálvtriðja ár frá fyrsta skotinum, til arbeiðið verður liðugt. Halda tær metingarnar, verður koyrandi millum Klaksvík og Leirvík longu á sumri í 2005.