- Hetta er ein ótrúliga spennandi tanki, har heilt nógvar føroyskar familjur kunnu bjargast undan húsagangi fyri smápengar.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, er ovfarin av tíðindunum í Sosialinum í gjár og í fyrradagin, har bæði Føroya Fiskavirking og Vaðhorn á Strondum greiða frá, hvussu væl tað ber til at útvega eini 400 arbeiðspláss afturat í føroysku fiskivinnuni.
Samtak, sum er eitt samstarv ímillum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Fiskimannafelagið halda hetta ljóða so mikið áhugavert, at tey viðgjørdu málið á fundi í gjár.
- Er nakað í tí, sum Fiskavirking og Vaðhorn føra fram, er hetta ein gyltur møguleiki, sum landssýrið heilt avgjørt eigur at kanna, sigur Sonja Jógvansdóttir.
- Er hald í hesum, ber til at fáa ófatiliga stóran vinning fyri at lata smápengar í stuðuli.
Tí mælir Samtak landsstýrinum staðiliga til at taka málið upp beinanvegin og at kanna eftir, hvussu hetta kann lata seg gera.
Ongi tekin til bata
Sonja Jógvansdóttir vísir á, at veruleikin er, at arbeiðsloysistølini hækka støðugt og at ongi tekin eru til, at gongdin fer at venda.
- Vit síggja, at arbeiðsloysið veksur at kalla eitt prosent hvønn einasta mánað og sum útlitini eru nú, eru ongar ábendingar um, at tað fer at broytast enn á sinni.
- Og í fíggjarlógini hjá samgonguni er heldur ikki nógv, sum kann kallast virkisskapandi tiltøk.
- Væl eru ymsar ætlanir á skránni, men tað er ikki væntandi, at tað fer at kasta nakað arbeiði av sær hetta fyrsta árið, tí tann fyrsta tíðin fer við fyrireikingum.
- Tá ið tað ikki ber til at finna útav at hegna framvið landsvegunum og at hava eitt grótbrot opið, havi eg onki álit á, at tær stóru verkætlanirnar, sum eru lagdar út í kortið, fara at vera settar í verk við tað fyrsta.
- Tí er gongdin øgiliga órógvandi, leggur Sonja Jógvansdóttir afturat.
Bráðneyðug tiltøk
Hon sigur, at tað, vit sostatt hava brúk fyri, er at seta tiltøk í verk, sum ávirka støðuna tann góða vegin beinanvegin.
Hon leggur afturat, at tølini vísa, at næstan 90% av øllum teimum arbeiðsleysu eru ólærd verkafólk og tað kemst ikki av, at nógv fiskavirki standa at kalla still.
- Tí hevði tað verið ein gyltur møguleiki at innflutt frystan fisk til føroysku virkini at arbeiða, tí tað kann fáa nógvar hendur í sving beinanvegin.
Um tað so ikki skapar 400 arbeiðspláss, men bara 100, er tað gull vert, tí hvørt einasta arbeiðspláss telur.
- Og krevst eitt sindur í stuðuli til tað, eigur tað ikki at vera nøkur forðing, tí sambært tí, sum Fiskavirking og Vaðhorn føra fram, hevði hesin stuðulin skapt nógv størri samfelagsvinning enn hann kostar.
Politikarar til verka
Tí vónar Sonja Jógvansdóttir, at avvarðandi landsstýrismenn, Jacob Vestergaard og Johan Dahl, seta seg saman við Løgtingsins vinnunevnd og útgreina hendan øguleikan at innflyta frystan fisk.
- Økt virksemi á Fiskavirkjunum er gull vert, nú arbeiðsloysistølini veksa næstan eitt prosent um mánaðin, tí tað er alneyðugt at venda teirri gongdini.
Hon sigur, at tí er møguleikin at innflyta frystan fisk ein møguleiki, sum skal roynast ongantíð ov skjótt.
- Sjálvandi skulu vit royna at hava eina stuðulsfría vinnu. Hinvegin nyttar ikki at lata eyguni aftur fyri tí veruleika, at okkara kappingarneytar uttanlands fáa nógv meiri stuðul, ella føroyskt vinnulív fær.
- Tað nyttar heldur ikki bara at sita hendur í favn og rópa seg upp á eina stuðulsfría vinnu ímeðan samfelagið bløðir út og virði fyri milliónir gleppa okkum av hondum, sum vit lættliga kundi fingið fatur á.
- Og serligar tíðir krevja serlig tiltøk, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at hetta er eisini ein góður møguleiki at fáa nyttu burtur úr kumuleringsavtaluni, tí hon hevur varhugan av, at føroyingar hava ikki brúkt hana serliga nógv, tí hon letur nógvar spennandi møguleikar upp, sum hon heldur, at vit ikki hava troytt nóg nógv.
Kunnu útvega
400 arbeiðspláss
Bæði Føroya Fiskavirking og Vaðhorn eru samd um, at góðir møguleikar eru fyri at innflyta frystan fisk og virka hann á føroyskum flakavirkjum.
Tey siga, at hetta kann tryggja støðugt arbeiði á fiskavirkjum, sum nú standa tóm og hetta kann tryggja eini 400 fólkum fast arbeiði.
Men til tað krevst, at landið letur stuðul til eina slíka ætlan, tí annars verður tað ov dýrt at flyta fisk til landi og í ávísum førum skal tollur eisini latast av lidnu vøruni á ES marknaðinum.
Men bæði Fiskavirking og Vaðhorn eru sannførd um, at hetta hevði kastað so mikið nógv av sær til samfelagið, at landið fær stuðulin fleiri ferðir aftur.
Tey nevna, fáa tey høvi til at innflyta frystan fisk til føroysk virki at virka, er tað skjótt, at tað hevði kastað einar 150-250 milliónir krónur av sær til samfelagið.