Kunnu bíða í nógv ár

Fáa Føroyar ikki Oyggjaleikirnar í 2019, so ganga nógv ár, áðrenn leikirnir koma henda vegin. Tað ásannar Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, nú eisini Guernsey ynskir at verða Oyggjaleika-vertur.

 

Við BBC Radio á Guernsey sigur forsetin fyri frælsan ítrótt á Guernsey, Alun Williams, at løtan er tann rætta at leggja billett inn til leikirnar, sum skulu vera í 2023.

 

Formaðurin fyri Oyggjaleikanevndina í Guernsey Dave Ingles hevur áður givið til kennar, at Guernsey av álvara eigur at umhugsa at fáa leikirnar handa vegin aftur – og nú stuðlar Alun Williams frá frælsu ítróttini í Guernsey hesum hugskotinum.

 

Føroyar vilja verða vertur fyri Oyggjaleikunum í 2019. Ein fortreyt fyri hesum er tó, at ein golfvøllur verður gjørdur. Kemur hann ikki, verða eingir Oyggjaleikir her í 2019. Og verða teir ikki í 2019, so ganga altso nógv ár, áðrenn teir kunnu koma henda vegin aftur. Tí í 2021 fara leikirnir helst til Menorca og í 2023 møguliga til Guernsey.

 

Haraftrat ljóðar, at okkurt land liggur framvið til at fáa leikirnar í 2025, men enn er einki alment komið um tað.