Kunnu beina ivan burtur

Vinna kvinnurnar hjá VÍF heimadystin móti VB, er seinasta vónin hjá VB og Neistanum fokin

Tað er lítil og eingin ivi um, at FM-finalan í føroyskum kvinnuhondbólti skal standa millum VÍF og Kyndil.

 

Neistin og VB hava roynt at elt tey bæði oddaliðini, men í avgerandi dystunum hava tey bæði oddaliðini verið somikið sannførandi, at finaluspurningurin nú mest av øllum líkist einum støddfrøðisuppgáva í sannlíkindarokning.

 

Skal nakar sum helst spenningur vera um spurningin, so skal VB hava stig í Vestmanna í dag. Mett eftir uppgerðunum, sum liðini hava spælt í vetur, so er VÍF tó greiður favorittur, og við sigri kunnu tær altso sementera sína luttøku í FM-finaluni.

 

Í Havn verður dystur millum Neistan og Stjørnuna. Neistin fekk í miðvikuni tvey stig móti Kyndli, og tí halda tær fast í evarska lítlu vónini um finalupláss. Tí ræður um hjá teimum at røkja sín setning, og so annars vóna, at oddaliðini snáva.

 

Báðir dystirnir í Elektron-deildini byrja klokkan 14.30.