Kunnu basa covid-19 longu í summar

- Hetta eru fantastisk tíðindi, og hetta er eitt vísindaligt undur, siga heilsumyndugleikarnir í Noregi.

 

 

Norski heilsumálaráðharrin, Bent Høje, er ógvuliga fegin um úrslitini av kanningum, sum eru gjørdar í Ísrael og sum vísa, at koppsetingin av landsins íbúgvum hevur havt stóran týdning - við nógv minni smittuspjaðing, færri innleggingum og færri deyðsføllum.

 

Kanningarnar í Ísrael er so mikið góðar, at tá hesar verða førdar yvir á norsk viðurskifti, tora norskir myndugleikar at trúgva upp á, at tað mesta av herviligu farsóttini í Noregi kann verða av longu í juni ella juli mánaði í ár.

 

Ísraelsku kanningarnar, sum júst eru almannakunngjørdar, vísa, at koppsetingin hevur havt stóra fyribyrgjandi ávirkan á bæði sjúku, innleggingar og deyðsføll orsakað av farsóttini. Koppsetingin steðgar smittuspjaðing og er nú í ferð við at útrudda virusið í Ísrael.

 

- Hetta eru fantastisk tíðindi, og hetta er eitt vísindaligt undur, siga tey í norska Fólkaheilsustovninum, sum vísa á, at um gongdin í Noregi verður líka so góð sum í Ísrael, fer at bera til at beina fyri meginpartinum av farsóttini í Noregi longu í summar.

 

Norski heilsumálaráðharrin, Bent Høie, er eisini ovurfegin um ísraelsku kanningarúrslitini, og hann er eisini ógvuliga fegin um tær positivu útmeldingar, sum norski Fólkaheilsustovnurin er komin við í hesum sambandi.

 

- Vit eru væl á veg við koppsetingum í Noregi, og eg vil takka øllum fyri eitt fantastiskt arbeiði, og henda tøkk fer eitt nú til kommunur, heilsutænastur og Fólkaheilsustovnin, sigur Bent Høje.