Kunnu bara gera okkara

Eftir næsta sigurin á rað, vóru smílini eitt sindur frammi í KÍ-hølunum, tó at teir als ikki eru komnir á mál við bjargingarroyndini.

- Vit mugu bara royna at gera okkara, og tað gjørdu vit í dag, men enn eru hini úrslitini ikki í parti við okkum. Vit kunnu so bara gera tað, at vit fara út at vinna tveir stuttligar dystir afturat, segði Hjalgrím Elttør eftir dystin sunnudagin.

Og tveir sigrar eru nóg mikið hjá tykkum?

- Tað mugu vit vóna. Vit hava HB í Havn, har teir vónandi hava fingið eitt sindur av gummibeinum, og so hava vit EB/Streym her norðuri. Tað eru tveir truplir dystir, men vónandi klára vit at vinna teir, segði Hjalgrím.