- Eg dugi væl at síggja, hví summir útlendingar halda, at vit í Føroyum, eru eitt sindur ”barbarisk”
Tað sigur Magni Mouritsen, sum fæst við ferðavinnu í Føroyum, og hevur MB Tours, ið hevur fleiri ferðamannabussar, og sum koyrir nógv ferðafólk frá útlendsku ferðafólkaskipunum.
Annars vísir ferðavinnan á, at eftir teirra tykki nervar grindadráp ikki ferðavinnuna, men Magni Mouritsen er ósamdur.
Á Facebook í gjár staðfestir hann, at tvær grindir vórðu dripnar í gjár og hann heldur avgjørt ikki, at hetta er gott fyri ein part av føroysku ferðavinnuni.
Hann sigur, at longu higartil í ár er hann fleiri biðin um at standa skúlarætt og greiða frá okkara grindadrápi. Og hann heldur ikki, at tað er lætt at verja - als ikki, sigur hann.
Hann sigur, at fleiri ferðamannaskip vilja ikki koma til Føroya, tí vit drepa grind, og hann heldur, at vit skulu prísa okkum lukkulig, at stóra enska ferðamannaskipið, Queen Elizabeth, sum hevur verið her, akkurát var farið av Havnini áðrenn grindin var hildin til í Sandagerði í gjárkvøldið.
- Var grindin hildin til fyrr í dag, kundu vit bert droymt um, hvussu stór vanlukka hetta hevði verið fyri okkum í ferðavinnunu, sigur Magni Mouritsen.
Fólk úti í heimi skilja hetta als ikki, og tey trúgva hvørjum orði, mótmælisfólkini føra fram, sigur hann á Facebook
Og hann heldur, at tað er heldur ikki lætt at verja, tí tað sær ógvusligt út, tá ið eitt so stórt dýr verður dripið, og blóðið floymir úr tí.
Hann heldur ikki, at grundgevingin kann brúkast longur um, at hetta er gomul siðvenja, og at tað er líka ringt í einum sláturhúsi.
Hann ivast í, hvat hann sjálvur skal halda. Hann heldur ikki, at onnur skulu gera av, hvussu vit liva í Føroyum. Men hann heldur, at í sambandi við grindadráp, standa vit í eini taparastøðu.










