EUROPA CUP FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Popczynski ásannaði tað eftir dystarlok. Tað hevði verið hugaligt, um venjarin sjálvur hevði havt verið á vøllinum, men tað bar ikki til, tí skaðin ger so nógv um seg. Tá vit spyrja, um Popczynski kanska hugsar um, at dreymurin hjá honum um at spæla í europeisku meistarakappingini kann gerast til veruleiki í Hvítarusslandi komandi mikukvøld, og harvið at VB kundi spælt ein ordligan trumf út, so sær hann ikki ljóst upp á tað.
? Eg havi ikki fingið vant sjálvur í nógvar vikur, so eg verði undir ongum umstøðum á toppinum. Tað hevði kanska verið gott, um eg kundi spælt síðsta hálva tíman, men tað fer neyvan at bera til, tíverri.
Tvær deildir á muni
Popczynski er ein jarðbundin venjari. Sjálvandi hevði tað stóran týdning, at mótstøðuliðið ikki fekk útivallarmálið, sum hevur so sera stóran týdning í Europa Cup fótbólti. Um VB komandi mikukvøld í Hvítarusslandi megnar at skora eina ferð, so verður tað neyðugt hjá Slavia Mozyr at skora tvær ferðir fyri at koma víðari.
? Eg kann ikki vera annað enn nøgdir við tað, sum mínir spælarar vístu í kvøld. Eg kenni eitt sindur til fótbólt í Hvítarusslandi, og tað er eingin ivi um, at støðið í bestu deildini har í miðal er minst eina og helst tvær deildir høgri enn støðið í bestu deildini í Føroyum. Tí kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við javnleikin í kvøld.
Droymir tú um at spæla í Bratislava í næsta innleiðandi umfarinum?
? Tað hevði verið áhugavert. Skulu vit røkka næsta umfarinum, so skulu vit vit vinna ella megna javnleik, har tað verða skorað mál. Vit fara at gera okkara besta, men umstøðurnar vera ikki okkum til fyrimunar. Hitastigini har niðri eru nú omanfyri 30, og umstøðurnar annars fara at kennast rættuliga fremmandum, men vit fara at gera okkara besta.
Gagnið
Tá vit spyrja VB venjaran, hvat hann heldur, at hann fyrst og fremst kann brúka avrikið mikukvøldið til, so eru venjarin og VB formaðurin Mannbjørn Tausen púra samdir:
? Í kvøld vísti liðið sera góðan hugburð. Um avrikini í landskappingini eftir summarsteðgin fara at liva upp til tað, sum vit sóu í kvøld, so fer liðið heilt víst at fáa nógv fleiri stig og harvið at toga seg upp eftir støðutalvuni.
? Eg kann bara hugsa aftur á dystin í Miðvági leygardag. Vit høvdu so avgjørt havt fingið øll stigini, um vit høvdu havt víst henda hugburðin, heldur Popczynski. Og hann iðrar seg framvegis um, at hann í løtuni ikki er førur fyri at hjálpa til inni á vøllinum.