Kunnu avdúka Alzheimers trý ár frammanundan

Ætlanin er at staðfesta sjúkuna 10 ella 20 ár frammanundan.

Vísindafólk á lærda Georgetown- háskúlanum í USA hava ment eina nýggja blóðroynd, sum við 96 prosent vissu kann avdúka, um fólk fáa Alzheimers innan fyri tey næstu trý árini.

 

Í løtuni kunnu royndir staðfesta, um fólk hava Alzheimers, men sambært tiðarritinum Gizmodo er hetta fyrstu ferð, at royndir kunnu ávara um sjúkuna langt frammanundan.

 

Tey amerikonsku vísindafólkini hava tikið royndir av 525 einstaklingum, sum høvdu fylt 70, og sum ikki høvdu nakað tekin um sjúku. Skilroyndir vórðu tiknar av teimum yvir eitt fimm ára skeið, samstundis sum blóðroyndir vórðu tiknar við jøvnum millumbili.



Ígjøgnum tey fimm árini fingu 28 av teimum 525 Alzheimers, og í hesum viðfangi fingu vísindafólkini ymsar upplýsingar, sum boðaðu frá sjúkuni.

Vísindafólkini arbeiða víðari við tí, sum tey eru komin til, og málið er at kunna ávara um Alzheimers 10 ella 20 ár fram í tíðina, skrivar Gizmodo.