- Kunnu anda lættari

- Vit fyrireikaðu okkum væl til dystin. Vit hava lagt dent á styrkirnar hjá StÍF og mett, hvussu vit best kunnu byrgja fyri teimum. Teir hava ein sera sterkan vinstrabakk, sum vit høvdu gott tak á í dag, segði Ingi Olsen, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.

- Vit spældu ein góðan dyst, men fingu ikki nóg nógv burtur úr yvirtalsstøðunum. Tá blakaðu vit bóltin burtur og gjørdu býttar feilir, sigur hann.
Ingi heldur, at tað sær gott út hjá VÍF nú, men enn er kappingarárið langt.
- Hetta var ein týdningarmikil sigur, og vit kunnu anda lættari nú. Kappingarárið er tó ikki liðugt enn, og vit noyðast at stríðast hvønn einasta dyst.