Kunnleikin restaði

Jórun Ludvig helt fyrst og fremst, at tað var væntandi kunnleiki til mótstøðuna, sum gjørdi, at tað gekst so illa í hond hjá VÍF fyrra dystin

Hondbóltstos

Eftir dystin móti Hellas fingu vit eitt stutt prát við Jórun Ludvig, sum undan hesum kappingarárinum skifti úr Kyndli til VÍF. Ikki minst tí hon her fekk møguleikan fyri størri avbjóðingum.
Fremst av samrøðuevnunum var sjálvsagt munurin á avrikinum teir báðar dagarnar, og hóast hon var samd í, at nervar høvdu sítt at siga, so helt Jórun tó ikki, at hetta var øll frágreiðingin.
- Eg haldi eisini, at tað var tí, at vit kendu hinar betri í dag. Undan fyrra dystinum vistu vit einki sum helst um tær, og tí kundu vit ikki leggja nakran veruligan taktik.
- Undan hesum dystinum vistu vit í nógv størri mun, hvørjum vit skuldu ansa eftir. Tað vísti seg eisini, at tá vit løgdu størri dent á at verja mitt fyri, so høvdu vit nógv betri tak á teimum.

Gevur royndir
Eitt er at spæla slíkar dystir. Eitt annað er, hvat fæst burtur úr einum slíkum, burtur sæð frá ítróttarligu upplivingini. Hvat kann VÍF nýta hesar dystirnar til.
- Fyrst og fremst kunnu vit brúka teir til at gerast føroyameistarar, heldur hon smílandi fyri.
- Nei, tað er heilt klárt, at royndirnar, sum slíkir dystir geva, fara at koma okkum til góðar í øðrum dystum. Ikki minst, tá talan verður um uppgávur við landsliðnum. Í fyrra dystinum megnaðu vit ikki so mikið sum at kasta og lofta, og til eina aðra ferð, verður hetta kanska øðrvísi.
Eins og í fjør er VÍF í løtuni einaráðandi í føroysku kappingini, og í steypakappingini er liðið komið í hálvfinaluna. Vit spurdu at enda Jórun, um dystirnir hesa ferð hava givið teimum mót til enn eitt umfar í Europa.
- Tað kann eg so ikki svara uppá. Áðrenn vit fara at hugsa um tað, mugu vit vinna antin steypið ella FM. Uttan annað av hesum kunnu vit ikki melda til. So einfalt er tað, segði altso Jórun Ludvig at enda.