Landsdystur
Mikukvøldið hevði landsliðið eina stutta venjing, har seinastu smálutirnir undan dystunum móti Rumenia vórðu pussaðir av.
Eftir hetta varð endaligi hópurin úttikin, og framgongur hesin aðrastaðni á hesi síðu. Tað skal tó viðmerkjast, at hópurin ikki er meira endaligur enn so, at tað við evstamark okkara framvegis var ivamál, hvørt Áki Olsen fór at verða tøkur til dystin, og í hansara stað er Bjarni Wardum tikin út, soleiðis at hópurin nú telur 13 mans.
Kenna lítið til mótstøðuna
Eftir venjingina hittu vit landsliðsvenjaran, Palla Joensen, og einki er at ivast í, at hann er spentur, nú tað av álvara er farið at stunda til stóru uppgávuna.
Eftir venjingina vóru leikararnir í fitta løtu savnaðir í einum ringi, har venjararnir báðir, Palli og Daniel, hvør í sínum lagi góvu leikarunum nøkur góð ráð at hava í huganum upp til dystirnar. Vit spurdu sjálvandi Palla, hvørji hesi góðu ráðini fyrst og fremst høvdu verið.
- Fyri tað fyrsta vil eg siga, at ráðini frá okkum vóru kanska nakað avmarkað, tí vit kenna so lítið til rumenska liðið. Vit hava roynt at spurt okkum fyri hjá onkrum keldum, men liðið er somikið fekst, at so at siga einki fekst at vita. Einki uttan tað, at liðið fyri stuttum luttók í eini sterkari kapping, har teir endaðu miðskeiðis millum luttakandi liðini. Hinvegin vita teir heldur einki um okkum, so har standa vit helst á jøvnum føti.
Men kann tað so hugsast, at ein góð byrjan frá okkara síðu kann ørkymla mótstøðuna, nú vit vita, at liðið er somikið fekst og ungt?
Ja, hatta er sjálvandi ein spennandi spurningur. Hóast vit neyvan kunnu loyva okkum at hugsa soleiðis, so kann tað vera torført hjá einum slíkum liði at sleppa undan at undirmeta okkum. Úrslit frá fortíðini og nútíðini sita allar helst onku staðni í høvdinum hjá teimum, so tað kann gerast ein torførur leiklutur fyri teirra viðkomandi. Verður tað so, so er tað ikki annað enn ein fyrimunur hjá okkum.
Støddin einki at siga
Tá vit í blaðnum í gjár tosaðu við Daniel Rápa, sum jú kennir nakað til rumenskan hondbólt, vísti hann millum annað á, at rumenska liðið hevur onkrar ógvuliga stórar og skotsterkar bakkar. Vit spurdu eisini landsliðsvenjaran, hvussu teir ætla at byrja upp fyri hesum.
- Tað at teir hava stórar bakkar, eigur so ikki at koma óvart á nakran. Hinvegin, so er sera týdningarmikið hjá okkum at sleppa frá tankagongdini um, at jú hægri teir eru, betri eru teir.
- Júst hetta var kanska nakað av tí mest positiva, sum vit fingu burtur úr venjingarleguni í Danmark. Har sluppu vit at royna okkum móti liðum, sum á pappírinum vóru sterkari enn vit, men kortini stóðu vit okkum væl, og kundu í roynd og veru vunnið allar dystirnar.
Júst hetta við stórum leikarum hevur ofta verið ein trupulleiki í verjupartinum, tá føroysk lið hava roynt seg í altjóða høpi. Í øllum førum um talan er um skotsterkar menn, tí sleppa hesir ov nær, er eingin góða mamma, tá skot verða latin av. Eisini á hesum øki, heldur landsliðsvenjarin seg hava fingið nógv burtur úr venjingarferðini.
- Hatta er eisini ein partur, sum vit hava arbeitt nógv við. Vit høvdu í byrjanini ein heldur defensivan verjustíl, har vart varð við flatari verju, har vit so royndu at blokka skotroyndunum. Tað vita vit, at vit verða revsaðir fyri ímóti slíkum liðum, og tað hava vit so arbeitt miðvíst við at broyta.
- Hesin trupulleikin er nú um at vera burtur. Menninir vilja og tora longur út at verja, og serliga var hetta sjónligt í seinasta dysti okkara í Danmark, sum var móti Danmark.
- Tá sóu vit fleiri góðar lutir, sum eg fegin vil síggja aftur í dag. Bæði í álopspartinum, har vit fingu bæði breidd og dýpd í spælið, men so sanniliga eisini í verjupartinum, har vit sóu leikarar, sum tordu at koma út. Hetta seinna ger, at rennimynstrini hjá mótstøðuni verða brotin, og tað er júst tað, sum vit skulu royna.
Trúgvin er týdningarmikil
At enda spurdi vit so venjaran, um liðið hevur sett sær nøkur ávís mál við dystunum, men ikki er líkt til, at hetta er tað, sum liggur fremst í huganum hjá venjaranum.
- Eg tori so slettis ikki at fara seta tøl uppá, hvat vit kunnu uppnáa í dystinum. Eg verið kanska heldur ikki vónbrotin, um úrslitið ikki verður so fantastiska gott. Sjálvsagt vil eg fegin, at so verður, men um eg veit, at menninir hava givið alt tað teir kunnu, og spælt upp til sítt besta, so eri eg nøgdur.
- Lat meg so eisini leggja afturat, at geva okkara menn sítt besta, so er tað eisini gott. Vit hava ein góðan hóp, har menninir eisini trúgva upp á egin evni, og hetta seinasta er kanska tað týdningarmesta av øllum.
Føroyski landsliðshópurin
Johan Danielsen, StÍF
Jens Skipagøta, Kyndil
Martin Hummeland, VÍF
Halgir Dahl Olesen, H71
Ingi Olsen, VÍF
Sámal Joensen, VÍF
Johnny Joensen, VÍF
Janus Einar Sørensen, VÍF
Hans Áki Dal Christiansen, Kyndil
Áki Olsen, VÍF
Marius Joensen, StÍF
Mortan Hansen, Tjaldur
Bjarni Wardum, Kyndil









