Kunnleiki kann avmarka náttúruvanlukkur

Reyði Krossur heldur, at vantandi kunning var ein stór orsøk til, at flóðaldan í Suðurasia og ódnin "Katrina" kravdu so mong mannalív.

Nógvar náttúruvanlukkur høvdu kravt munandi færri mannalív, um kunningin og samskiftið høvdu verið betur skipað. Tað sigur altjóða Reyði Krossur í einari frágreiðing, sum bleiv almannakunngjørd í gjár. Frágreiðingin snýr seg um flóðalduna í Suðurasia í fjør, hungursneyðina í Niger og ódnina "Katrinu" í USA, og niðurstøðan er, at kunningin sveik í øllum trimum førunum.

Reyði Krossur sigur, at hvørki serfrøðin, myndugleikar ella fjølmiðlar gjørdu nóg mikið fyri at kunna fólk um vandan. Eitt nú vistu serfrøðingar, at ein flóðalda var á veg ímóti landi, men teir vistu ikki, hvussu teir skuldu kunna fólk um tað. Amerikanskir myndugleikar vistu, at "Katrina" fór at elva til stóra vatnflóð í New Orleans, men tað vistu tey fátæku í økinum ikki, sigur Reyði Krossur.

Felagsskapurin vísir eisini á, at aftan á sjálva vanlukkuna var samskiftið ímillum myndugleikar, hjálparfólk og tey raktu alt ov illa skipað. Eitt nú verður víst á, at í Aceh-landspartinum í Indonesia vóru hjálparfelagsskapir ikki serliga sinnaðir til at geva hvør øðrum og ST upplýsingar um støðuna. Tað hevði millum annað við sær, at fleiri vistu ikki, hvør hjálp var neyðug.

Kunning og samskifti kunnu vera avgerandi fyri, um ella hvussu mong mannalív ein náttúruvanlukka krevur. Tað er ov seint, tá myndatólini hava fingið tær fyrstu myndirnar av vanlukkuni.

Í summum londum, sum javnan verða rakt av náttúruvanlukkum, hava myndugleikarnir gjørt skipanir, sum skulu kunna fólk um vandan. Hetta er millum annað galdandi í Kuba og í Jamaica, har tilbúgvingin er ein partur av læruni í barnaskúlanum.

-Royndirnar í hesum londunum vísa, at tær nýtist ikki at vera væl fyri fíggjarliga fyri at vera fyrireikaður, men at tað er umráðandi, at tú hevur fingið tann neyðuga kunnleikan, siogur Gahr Støre, sum er aðalskrivari í norska Reyða Krossi, við Aftenposten.