Kunningin vantaði

Eyðun Samuelsen, sum vegna dómarafelagi hevur lagt donsku dómaravitjanina tilrættis, harmast um vantandi kunningina í hesum. Men hann sigur seg samstundis ikki heilt skijla argumentini hjá Kyndilsvenjaranum

Hondbóltur

- Tað er sjálvandi sera beklagiligt, at feløgini ikki eru kunnað nóg væl um hetta. Og tað hava vit eisini sagt Kyndli.
Soleiðis staðfestir Eyðun Samuelsen, tá vit spyrja um ónøgdina, sum Kyndil hevur sýnt um dysarflytingina, nú donsku topp-dómararnir koma til Føroya at døma dystin millum VÍF og Kyndil.
Men hann staðfestir samstundis, at hann hevur eitt sindur ilt við at skilja, hví ónøgdir skal vera somikið stór, sum hon er.
- Tað eigur ikki at vera ein trupulleiki, at eitt lið í bestu deildini skal spæla tríggjar dystir innan eina viku. Sjálvir hava vit júst verið í Íslandi, har Haukar spældu krevjandi Europa-Cup dystir leygar- og sunnudag. Og longu mikudagin spældu teir aftur í íslendsku kappingini, og tað segði eingin nakað um, heldur Eyðun.
Spurdur, um tað var neyðugt at gera broytingar í kappingini, sigur hann, at hetta er tað, sum teir halda vildi givið so nógv tí bestu nyttuna úr donsku vitjanini.
- Hetta er ein fantastiskur møguleiki. Bæði fyri okkum dómarar og fyri føroyskan hondbólt. Hetta er besta danska dómaraparið, sum nú kemur hendanvegin, og tað í sjálvum sær er ein fongur. Sjálvandi kundu teir dømt KÍF-Neistan, og eg ivist ikki í, at tað eisini vildi verið ein fínur dystur hjá teimum.
- Men føroyskur manshondbóltur hevur í mannaminni fyrst og fremst snarað um VÍF og Kyndil. Tey bæði liðini eru aftur í ár partur av avgjørda oddinum, og uttan at traðka á nakran, so er hetta tann dysturin í Føroyum, sum hevur flottasta karmarnar. Kunnu vit við hesum vísa gestunum, hvussu føroyskur hondbóltur er, tá hann er bestur - og her hugsi eg ikki bara um spælið á vøllinum - so kann tað geva okkum fantastiskar møguleikar, og tí hava vit valt júst hendan dystin.
- Og so kann eg bara leggja afturat, at vit als ikki hava hugsað um hálvfinalur og dystarskrá annars í so máta. Tað er sjálvandi okkara ábyrgd, at kunningin um hetta ikki hevur verið nóg góð, men eg haldi ikki, at hetta skal gerast til ein størri trupulleika, enn tað í veruleikanum er, sigur Eyðun Samuelsen at enda.