Kunningartiltak um KVOTU 2 í kvøld

Altjóða Skrivstovan hevur kunningartiltak í handilsskúlanum í Havn í kvøld, og á Kambsdali komandi mikukvøld um KVOTU 2 Seinasta freist at søkja inn til framhaldandi lestur í Danmark eftir KVOTU 2 er 15. mars.

Í hesum sambandi skipar Altjóða Skrivstovan fyri tveimum almennum tiltøkum, har ráð verða givin um hvussu KVOTA 2-oyðiblaðið skal fyllast út.

Á skránni verða spurningar svaraðir, sum hvat er KVOTA 2? Hvør kann søkja gjøgnum KVOTU 2? Hvørjar útbúgvingar skulu søkjast gjøgnum KVOTU 2? Hvat er t.d. ?Motiveret ansøgning/levnedsbeskrivelse?? Harumframt verður tosað um bústaðarmøguleikar, SU, skatt o.a.

Fyrra kunningartiltakið verður á handilsskúlanum í Havn í kvøld klokkan 19. Tað seinna kunningartiltakið verður á Handils- og Studentaskúlanum á Kambsdali, mikukvøldið 16. februar klokkan 19.

Altjóða Skrivstovan sigur, at øll eru vælkomin til kunningartiltøkini.