Brynjálvur Niclasen og Eyðbjørn Mouritsen
???????????????????????????????????
Fyribyrgingar - eingin heilt sikkur.
Tá evni snýr seg um kynsligt samband, noyðist ein sjálvur at duga at seta mørk. Ein ræður sjálvur yvir sínum egna kroppi, og hevur tí sjálvur ábyrgd av at verja seg ímóti sjúkum og graviditeti. Fyrbyrgingarmøguleikarnir eru nógvir, nevnast kann: hít, p-pillarar, pessar og umframt hesar eru nógvir aðrir fyribyrgingarhættir, sum flest okkara ikki kenna til. Eitt dømi kann vera eitt plástur, ið setast kann á armin, eins og nikotinplástur, og gevur sama úrslit sum p-pillarar (riggar í 3 vikur). Av tí at har eru so nógvir fyribyrgingarmøguleikar, verður hvørt úrslit ikki tað sama. Nevnast skal, at onkrar fyribyrgingar krevja læknaváttan, og læknin kann tá kunna um fyrimunir og vansar av tí einstøku fyribyrgingini. Tá kynsligt samband fer fram, er ongin fyribyrging tó 100% trygg.
Stovnur manglar
Tað er ikki rætt, at tað einans skal upplýsast um fyribyrgingarmøguleikar í fjølmiðlunum, tí samfelagið eigur at kunna fólk um hetta á alskipaðan hátt. Ein stovnur átti tí at verðið settur á stovn í Føroyum, sum tann einstaki kann seta seg í samband við, um tørvur er á kunning innan hesi øki. Møguleikin er sjálvandi hjá børnum og ungum at spyrjga onkra heilsusystur um ráð, tí heilsusystrarnar umsita hetta øki í fólkaskúlunum runt landið. Tær røkja hetta arbeiðið til lítar, sjálvt um har kanska ikki verður feiða heilt reint - runt umkring í krókunum. Víðbrekið er evnið sexualitetur, og er í stóran mun tengt at tabu. Tú skalt kenna ein persón sera væl, fyri at kunna tosa um slíkt, ella skalt tú als ikki kenna persónin. Heilsusystrarnar liggja her mitt ímillum.
Undir hvørjum leisti skal kunningin so í framtíðini fara fram? Hvør skal hava ábyrgdina av upplýsingini?:
1. heimið?
2. kirkjan/samkoman?
3. skúlin?
4. ein nýggjur stovnur?
Danmark ein fyrimynd
Í Danmark er t.d. stovnurin "Sex og samfund", ið kunnar almenningin gjøgnum alnótina og telefonina um: seksuellar trupulleikar og spurningar, fyribyrging, kynsligar sjúkur, graviditet, angribollar, fosturtøku o.a.
? Ein tílíkan stovn eiga vit eisini at hava.
Fakta
Kanning millum næminar úr 1. studentaflokkum og FHS- flokkum í Havn vísir, at tey flestu halda ikki kunningina, sum tey fáa gjøgnum árini, vera nøktandi. Tískil má okkurt gerast við hendan óloysta trupulleikan, ein nýggj og betur skipan átti at verðið sett í brúk. Ein stovnur sum áður nevndi er ein gongd leið.