Kunningarstovurnar kring landið hava úr at gera nú sólarmyrkingin stendur fyri framman. Herbjørg Jøkladal, leiðari á Kunningarstovuni í Runavík, sigur at skráin hjá teimum, sum fevnir um tíðarskeiðið 17.-22. mars hevur tiltøk fyri bæði útlendingar og føroyingar.
Umframt fleiri møguleikar at fáa sær ein góðan bita í Runavík, so vera dagligir gongutúrar og onkrar dagar verða sokallaði Føroyakvøld.
Sunnudagin 22. mars skipar blindafelagið fyri konsert í Løkshøll. Tað verður myrkt inni í høllini, soleiðis at lurtarin skal møða hinar sansirnar nakað meir, meðan lurtað verður.
-Hetta høskar seg kanska væl til eina sólarmyrking eisini. Ikki verður almannakunngjørt hvør skal spæla til konsertina, men tað verða góð føroysk nøvn, sigur leiðarin á kunningarstovuni, Herbjørg Jøkladal.
Eisini fara Lena Andersen og Dánjal á Neystabø at spæl til konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 20. mars.
Annars eru nógv sum hava ringt til kunningarstovuna og bjóða hús sítt fram til sólarmyrkingina, men vit eru ikki komin so langt enn at vit hava havt tørv á tí enn, sigur hon.