Økismenning
Vágar:Felagið Vágar hevði aðalfund týsdagin í seinastu viku. Á fundinum varð øll nevndin afturvald. Heðin Poulsen, virkandi formaður í Felagnum Vágar, sigur, at nevndin hevur enn ikki skipað seg. Tað verður gjørt á nevndarfundi í næstum.
Á aðalfundinum hevði Felagið Vágar fingið Tummas Paula Mýri frá oljufelagnum BP at koma at greiða frá, hvørjir møguleikar liggja í at søkja stuðul frá oljufeløgunum til førleikamennandi endamál.
Heðin Poulsen harmast um, at undirtøkan ikki var betri á aðalfundinum, enn hon var. Tí fyrilesturin var rætiliga áhugaverdur og kundi skaktans skundað undir onkran, sum kundi fingið nakað burtur úr eitt nú endurúbúgving við stuðuli frá teimum mongu oljukrónunum, sum skulu vera brúktar áðrenn 2006.
Felagið Vágar hevur saman við Statens Luftfartsvæsen rikið Kunningardiskin á flogvøllinum tað, sum farið er av apríl mánað. Men frá 22. apríl, tríðja páskadegi, yvirtekur Felagið Vágar raksturin av Kunningardiskinum.
Í hesum smbandið hevur Felagið Vágar sett tvey fólk í starv, sum skulu starvast bæði við Kunningardiskin og á Kunningarstovuni í Vágum, sum heldur til í Miðvági.
Annað fólkið skal vera í Kunningardiskinum burturav, meðan hitt skal vera hálva tíð á flogvøllinum og halva tíð á Kunningarstovuni í Miðvági.
Heðin Poulsen sigur at Felagið Vágar higartil mest hevur arbeitt fram móti aðalfundinum, sum var. Á næsta nevdarfundinum fer so støða at verða tikin til mál, sum arbeiðast skal við í framtíðini, sigur hann.