Runavíkar Kommuna yvirtók um ársskiftið Kunningarstovuna í Runavík. Kunningarstovan fer í sambandi við umskipanina, eisini at virka undir heitinum Visit Runavík, sum er ein stytting fyri Runavíkar kommunu. Samstundis tekur Runavíkar kommuna seg úr samstarvinum við økisfelagið, Ferðavinnan í Eysturoy.
- Visit Runavík er sett á stovn við tí høvuðsendamáli at menna og birta upp undir ferðavinnu sum vinnu, fyri at skapa mentanarligar upplivingar í økinum og til tað at veita eina góða tænastu til borgaran í kommununi, gestir í Føroyum og ferðafólk sum heild, sigur Marjun Niclasen, leiðari.
- Um vit skulu røkka málinum um eina burðardygga ferðavinnu, má kommunan seta átøk í verk, menna ferðavinnutilboð og framleiða kunningartilfar, soleiðis, at vinnan í økinum fær góðar karmar og fær virkað so skynsamt sum til ber, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Visit Runavík hevur fingið nýggjan samleika og arbeiðir í løtuni við at menna ymiskt kunningartilfar. Visit Runavík húsast í Ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu og er mannað við einum leiðara og tveimum starvsfólkum. Leiðari fyri Visti Runavík er Marjun Niclasen.