Kunningarstovan flytir

Kunningarstovan í Vágum flytir í næstu viku í nýggj høli í Miðvági. Í hesum sambandi verður skipað fyri ymsum tiltøkum alla vikuna

Kunningarstovan í Vágum flytir á mikkjalsmessu úr kommunuskrivstovuni í Miðvági í høli hjá Godtfred Joensen, har Føroya Sparikassi hevur hildið til, meðan sparikassabygningurin hevur verið umbygdur í summar.
Terji Nielsen, kunningarleiðari í Vágum, sigur, at talan verður um nógv størri og arbeiðsligar høli enn tey, Kunningarstovan í dag hevur. Hann vónar, at tað so eisini fer at síggjast aftur í arbeiðinum hjá Kunningarstovuni.
Ymisk tiltøk verða alla vikuna í samband við, at Kunningarstovan flytir, greiðir Terji Nielsen frá. Talan verður um bæði handilslig og mentanarlig tiltøk, sigur hann.
Eitt nú fara handlarnir í oynni at hava opið út á kvøldið. Skift verður millum bygdirnar, sigur kunningarleiðarin.
Onkur kvøldseta verður, og onkrum hugnakvøldi við dansi verður eisini skipað fyri. Konsertir standa eisini á skránni hjá Kunningarstovuni í Vágum fyri næstu viku.
Í samband við, at Kunningarsotvna flytir, verður eisini nýtt búmekri avdúkað. Hetta verður gjørt á samkomu í nýggju hølunum seinnapartin mánadagin, upplýsir Terji Nielsen, kunningarleiðar í Vágum.
Kunningarstova í Vágum heldur umframt í Miðvági eisini til á flogvøllinum. Kunningarstovan rekur Kunningardiskin á flogvøllinum. Tað er Felagið Vágar, sum rekur Kunningarstovuna. Felagið Vágar er samtak av vinnufeløgum í oynni.