Ferðavinna
Saltangará:
Runavíkar Kommuna hevur átikið sær at rinda eitt størri gjald enn higartil til raksturin av Eysturoyar Kunningarstovu. Tað ger Kunningarstovuna væl betri føra fyri at arbeiða við ferðavinnuni burturav heldur enn at nýta tíð og orku upp á at fáa til vega pening til raksturin.
Ferðavinnan í Eysturoy hevur fingið nýggjar viðtøkur, sum millum annað bera í sær, at kommunurnar, har kunningarstovurnar báðar húsast, gjalda tað, sum svarar til raksturin av kunningarstovunum. Aftur fyri eru borgarstjórarnir í vertskommununum báðum føddir nevndarlimir hjá Ferðavinnuni í Eysturoy. Kunningarstovurnar eru í Fuglafirði og í Saltangará.
Fuglfirðingar altíð stuðlað
Í veruleikanum merkir tað ikki tann stóra munin fyri Fuglafjarðar Kommunu, sum higartil hevur stuðlað Kunningarstovuni munandi, meðan Runavíkar Kommuna nú fer at gjalda væl meira enn higartil til Kunningarstovuna.
?Tað er kortini ein treyt, at Kunningarstovan skal vera fyri alla oynna, sigur leiðari á Kunningarstovuni í Saltangará, Rannvá Troest.
Hóast Kunningarstovan í Saltangará í framtíðini fer at verða beinleiðis bundin av Runavíkar Kommunu, er hon tó undir Ferðavinnuni í Eysturoy, sum er almenni arbeiðsgevarin. Tað vil siga, at hon fer at virka sum ráðgevi hjá allari ferðavinnuni, sum higartil hevur verið.
?Men tó við teirri broyting, fegnast leiðarin á Kunningarstovuni í Saltangará um, at nú fer at bera til hjá okkum at brúka okkara tíð upp á sjálva vinnuna og at menna teir møguleikar, vinnan hevur at bjóða, heldur enn at brúka tíð og orku upp á at finna pening til at reka stovuna fyri.
Hon letur at, at undanfarin ár hevur Kunningarstovan í Salangará mestsum livað eina tronga tilveru sum hon tekur til.
Hóast vertskommunurnar rinda fyri raksturin av kunningarstovunum, er tað kortini ikki so, at hinar kommunurnar, sum við eru í Ferðavinnuni í Eysturoy, ikki eisini gjalda til vinnuna. Tí tað gera tær avgjørt sigur Rannvá Troest.
Vinnan burturav
Tann tryggleikin, Kunningarstovan nú hevur fingið, ger, at til ber at taka sær av vinnumenning burturav. Tað fer so aftur at gera, at kommunurnar í Eysturoynni fáa meira nyttu burtur úr Kunningarstovuni enn higartil.
Ferðavinnan í Eysturoy fer í næstum at senda ein nýggja Eysturoyarfaldara á marknaðin, har nógv tilboð eru til feðramannin, sum vitjar oynna.
Eysturoyar Gongufelag hevur longu gjørt ein faldara, sum komin er út.
Ferðavinnan í Eysturoy hevði aðalfund mikukvøldið, har millum annað tveir nýggir nevndarlimir vórðu valdir.
Í nýggju nevndini sita Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sum er føddir limir. Kjartan Dalsgaard, umboðandi skótadepilin á Selatrað, Hallbera Christiansen í Gøtu, og Bernhard Jacobsen av Eiði .
Hallbera Christiansen varð afturvald, meðan Bernhard Jacobsen er nývaldur. Hinir tríggir nevndarlimirnir stóðu ikki fyri vali.
Tveir tiltakslimir vórðu nývaldir, og eru tey Tummas Mikal Jacobsen á Skála og Josefina Jacobsen á Toftum.