Leif W. K. Mortensen, Sandi
Herfyri kom kunningarskriv út í hvørt hús í Sands kommunu. Her verður m.a. greitt frá, at aftursvar er sent løggtingsins umboðsmanni, viðvíkandi kæru frá starvsmannafelagnum í samband við uppsøgnina av skrivaranum. Tó er eftur ynski bygdarárðslimi mannandi meirlutan, punkt 4 strikað úr aftursvarinum. Her standi eg spyrjandi, hvat er punkt 4 og hvar er aftursvarið. Hvat er meiningin við at senda út til borgaran at punkt 4 er strikað, og ikki upplýsa hvat tað er.
Eitt annað kunningarskriv, ið var sent í hvørt hús, hevði viðfest aftursvar frá meirilutanum, viðvíkjandi kæru frá minnilutanum. Men her manglaði at greiða frá hvat klagan snúði seg um. Ístaðin fekk mann ein heilan brokkmanns lestur, ið millum annað vavdist uppi í familju viðurskiftum hjá minnilutanum, og øðrum tílíkum smáborgarligum.
Kort um greitt má sigast, at antin dugir umsiting Sands kommunu ikki at gera sítt arbeiði, ella finst eingin greið linja fyri hvat skal standa í hesum vælsignaðu kunningarskrivum.
Tað sum eg haldi verða sera óhunaligt, er at vita at tann møguleikin er til staðar, at meirlutin kann missnýta hesi kunningar skriv til sín egna fyrimun.
Tað hevði verið uppá sítt pláss, at sent út til borgaran hvat punkt 4 og aftursvarið snúði seg um, og kæruna frá minnilutanum, og at leggja eina greiða linju framyvur, hvat skal og ikki skal standa í kunningarskrivunum. Hetta hevði so havt við sær, at kunningarskrivini ikki sóðu út sum vóru tey eitt propaganda amboð hjá meiriluta Sandskommunu.