Tá verður opið hús á skúlanum frá kl. 19 til 21. Kunnað verður um breytir og leiðir á miðnámi og yrkisnámi. Eisini verður møguleiki at hoyra um Musikkskúlamiðnám og Tilfeingisbreytina í Vestmanna.
Lærarar, næmingar og lærlingar greiða frá skúlagongdini á Glasi, og Næmingatænastan verður til staðar at svara spurningum.
Eisini verður møguleiki at vitja runt á skúlanum, t.d. á framkomnu verkstøðunum hjá Glasi.
Skráin fyri kvøldið er henda:
Una Joensen, rektari, bjóðar vælkomin.
Ísak Sambleben, lestrarvegleiðari, greiðir frá útbúgvingum á Glasi.
Tónleikaframførsla verður, og eisini fer Edith Dahl Jacobsen at greiða frá Musikkskúlamiðnámi.
Magnus Gaard greiðir frá miðnámsútbúgvingum í Vestmanna.
Síðani verður farið út í stovur á skúlanum, har ymisku breytirnar greiða frá teirra leiðum.
Møguleiki er at vitja verkstøð, royndarstovur og tosa við Lestrarvegleiðingina.
Vælkomin til opið hús.