Tiltakið verður í Studenta-skúlahøllini og er alment og ókeypis.
Allir næmingar við miðnámsskúlarnar, tað veri seg studentaskúla, HF, HHx ella HTx, eins og onnur áhugað, eru væl komin.
Fýra føroyingar, sum allir hava tikið sær útbúgving uttanfyri Danmark, fara at greiða frá:
1um sínar tankar og ætlanir við at fáa sær útbúgving í ávikavist, Skotlandi, Wales og Teilandi
2um mannagondina, tá tey søktu, og fíggjarligu viðurskiftini í sambandi við lesturin
3um góð og trupul viðurskifti í útbúgvingartíðini, bæði av fakligum og sosialum slag
4um starvsroyndirnar eftir at tey eru komin heim aftur at búgva
5um hvat tey halda, kann gerast fyri at fáa fleiri at taka eina hægri útbúgving úti í heimi ? tað er uttan fyri Danmark.
Eftir at teir fýra gestirnir hava greitt frá sínum hugsanum um útbúgving og yrkisleið verður høvi at seta teimum spurningar og at hava orðaskifti um útbúgvingarviðurskifti.
Síðani fer leiðarin á Altjóða Skrivstovuni í Havn, Holger Arnbjerg, at greiða frá møguleikunum at lesa partvís ella burturav uttanfyri Danmark. Hann fer at viðgera mannagongdina í sambandi við umsóknina, fíggjarviðurskifti og onnur praktisk viður-skifti í hesum sambandi.
Tey fýra, sum fara at taka lut, eru:
Hanna í Horni, 27 ár, PhD-lesandi við University of Wales, Swansee.
Málsligur studentur av Kambsdali í 1995
BSc í antropologi og politiki 1999
MA í altjóða relatiónum 2002 frá University of Wales, Swansee.
Sonja Jógvansdóttir, 25 ár, blaðkvinna á Dimmalætting
Málsligur studentur á Kambsdali 1997
Master of Arts (honours) í politikki við Edinburgh Universitet juli 2002
Hans Jacob Kollslíð, 30 ár, lærari á Viðareiði
Skiftisnæmingur við AFS í Teilandi 1988/89
Støddfrøðiligur studentur við Gøtugjógv 1992
Bachelor í "Business English and Marketing" í 1999 fra Assumption University, Bangkok, Teiland
Tummas Pauli Mýri, 28 ár, Menningarráðgevi, "Business Development Advisor", BP Exploration, Tórshavn
Støddfrøðiligur studentur á Kambsdali 1994
BA Hons. 1999 á Robert Gordon University í Aberdeen
Business Economics (MSC) frá Strathclyde University, Glasgow, í 2000
Hevur arbeitt fyri oljufeløg í styttri tíðarskeið í London og Aberdeen.
Fyrireikarar eru:
Altjóða skrivstovan Lestrarvegleiðararnir við skúlarnar á Kambsdali:
Holger Arnbjerg Óli Wolles, Studentaskúlin og HF-skeiðið
ask@ask.fo Karl Olsen og Maria Gregersen, Handilsskúlin
tlf. 322065