Kunningarfundur í Vágum

Felagið Vágar fer at gera seg út til at taka í móti fólki, sum kemur í oynna, nú samferðslumøguleikarnir eru broyttir munandi við undirsjóvartunlinum. Kunningarfundur um handilsvirksemi í oynni verður hildin mikukvøldið

Handilsvinna

Vágar:Felagið Vágar fer mikukvøldi á kunningarfundi í Miðvági at greiða handilsfólki í Vágum frá ætalnum felagsins í framtíðini.
Felagið Vágar sigur í tíðindakskrivi um dagarnar, at fundurin, sum hildin verður í húsum Vága Handverkarafelags í Miðvági, er bert ætlaður teimum, sum reka handil í oynni.
Har verður greitt frá, hvat felagið hevur á skránni í komandi tíð. Ein kunningarleiðari er settur, og sagt fer at verða frá, hvørjar ætlanir eru í tí sambandinum.
Heðin Poulsen, sum er formaður í Felagnum Vágar, sigur, at felagið miðar eftir at fáa størri og betri samstarv millum vinnurekandi í oynni, enn viðhvørt hevur verið. Ikki so at skilja, at fólk mótarbeiða hvørjum øðrum, sigur hann, men heldur tað, at tey vita ikki nóg væl av hvørjum øðrum, tá ymisk tiltøk eru.
?Tað er rættiliga skilagott at kunna samskipa lýsingar, útsølur og onnur tiltøk í øllum bygdunum, so tað ikki kemur upp á tvørs hvørt av øðrum.
Sama er sjálvandi galdandi fyri onnur feløg og fyritøkur í oynni, og hesum fara vit eisini at arbeiða fram í móti at náa, sigur formaðuriní Felagnum Vágar. Men tað verður ikki viðgjørt á hesum fundinum. Nú vera tað bara handilsfólkini, sum boðin verða á fund. Fundurin er ikki almennur.
Fundurin í Handverkarafelagshúsunum - tað er har, sum Rúsdrekkasølan leigar í kjallaranum - byrjar mikukvøldið tann 29. januar klokkan 19.30.