Kunningarfundur um samstarv millum byggifyritøkur

Týsdagin 7. februar klokkan 15-17 skipar Føroya Handverksmeistarafelag fyri kunningarfundi á Hotel Føroyum um, hvussu eitt samstarv millum byggifyritøkur kann skipast.

Hetta kann eitt nú vera viðkomandi, tá fleiri byggifyritøkur í felag ætla at bjóða uppá eina uppgávu.

Tá stingur ofta spurningurin seg upp, hvussu eitt slíkt samstarv formliga skal skipast.

Á fundinum fer Annfinn V. Hansen, advokatur, m.a. at greiða frá, hvørjir møguleikar eru at skipa eitt samstarv, hvørjar avleiðingar samstarvshátturin hevur, og hvat man serliga skal hugsa um í hesum sambandi. Høvi verður at seta spurningar eftir framløguna.

Tiltakið er bert fyri limir í Føroya Handverksmeistarafelag og lokalfeløgunum, og er ókeypis, skrivar Vinnuhúsið.